Landsstýrið: Sjálvboðið arbeiði hevur stóran týdning

Feløg og sjálvboðin eru hornasteinar í føroyska samfelagnum.

Sjálvboðið arbeiði fær stóran heiður í ólavsøkufrágreiðingini hjá løgmanni.

Hann vísir á, at túsundtals føroyingar hvørt ár leggja ólønta orku í ítróttarfeløg, mentanarfeløg, bjargingarfeløg og nógvar aðrar felagsskapir.

Hetta arbeiðið skapar samanhald og trivnað og hevur stóran týdning fyri bæði børn, ung og vaksin.

Tí vil landsstýrið halda fram at skapa góðar karmar um sjálvbodna arbeiðið.

Sambært frágreiðingini hevði føroyska samfelagið ikki riggað eins væl uttan tann stóra sjálvbodna innsatsin.