Um dagarnar frættist, at Ísland fer at lata sendistovu sína í Moskva aftur, og sum svar vænta tey í Íslandi, at russar lata sína sendistovu í Reykjavík aftur. Russar hava boðað frá, at svarið kemur.
Russland er eitt av londunum, har Føroyar hava sendistovu. Føroyar hava sendistovur í ES, Brússel í Belgia, í Danmark, Keypmannahavn. Í Íslandi, Reykjavík. Í Russlandi, Moskva. Í Bretlandi, London. Í Kina, Beijing og í Ísrael, Tel Aviv.
Sendimaður Føroya í Russlandi er Hákun Jógvansson Djurhuus. Hóast einki hevur verið at frætt um, hvør lagnan verður við føroysku sendistovuni í Moskva, so er tíðin hjá sendimanninum í Moskva um at ganga út. Hann varð settur í starv 1. september í 2018, og hevur hann ein fimm ára sáttmála, sum sannlíkt er, so er tíðin um at vera úti heilt skjótt. Hann skal sjálvandi hava sína feriu fyri 1. september, so sannlíkt er, at tíðin hjá honum í Moskva endar í juli.
Vit hava spurt Høgna Hoydal, men hann vil einki siga um málið.
– Hatta fái eg einki sagt um, tí tað hevði verið brot á mína skyldu sum landsstýrismaður, sigur Høgni Hoydal. Hann vísir á, at tað í slíkum førum eru ymisk formalia, sum skal avgreiðast og fráboðast fyrst.
Er tað so, at tíðin hjá sendimanninum í Moskva er av í summar, so er sum in.fo skilir mest sannlíkt, at landsstýrið ikki fer at seta nýtt sendifólk í Moskva fyribils.