Danska ríkisveitingin til Danmark skal avtakast. Hendan sermerkta fráboðanin kemur frá einum av topp-politikarunum í Sambandsflokkinum í morgun.
Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður fyri Sambandsflokkin, og fyrrverandi løgmaður, skrivar í morgun, at hann er ikki longur í iva.
– Eg haldi at vit føroyingar skuldu tikið saman hendur og gjøgnum okkara politisku flokkar gjørt eina tjóðarsemju um at minkað ríkisveitingina eftir 10 árum niður í null, sigur hann.
·– Eg kann ikki longur hyggja í eyguni á mínum synum og siga at vit skulu hava stuðul úr øðrum landi, eg havi lært teir at verða stoltar og at klára seg sjálvar, sigur Kaj Leo Holm Johannesen.