Landsstýrismaðurin skal royna at gera tað bíligari

Løgtingslimirnir í Fíggjarnevndini halda, ætlaði bygningurin ljóðar til at vera øgiliga dýrur

Tað er í tí lága bygninginum, niðan ímóti J.C. Svabosgøtu, oman fyri tann grøna bygn ingin, at ætlanin er, at byggja nýggju diabetis-miðstøðina

Nú fer Løgtingið at samtykkja at ein diabetis-miðstøð skal setast á stovn í Føroyum. Landsstýrismaðurin í heilsumálum, Kaj Leo Holm Johannesen, hevur lagt uppskot fyri Løgtingið um at samtykkja, at hann kann taka ímóti pengum frá Novo Nordisk í Danmark til at seta eina disbetis miðstøð, ella eina Seno miðstøð, sum tað eitur, á stovn í Føroyum.

 

Tilsamans er talan um 121 milliónir hesi næstu 10 árini. Eru partarnir samdir um tað, kann avtalan síðani leingjast fýra ár í hvørjum umfari. Sostatt kann samstarvið halda fram langt fram í tíðina.

 

Ætlanin er, at Seno miðstøðin skal húsast í einum nýggjum bygningi, sum verður bygdur oman á C-bygningin á Landssjúkrahúsinum - kortini uttan at brúka C-bygningin til grund. Tað er tann lági bygningurin út ímóti J.C Svabosgøta, niðan frá tí grøna bygninginum.

 

Men nú málið hevur verið til umrøðu í Fíggjarnevndini, halda tey, at hetta ljóðar sum ein sera dýrur máti at byggja uppá. Tískil skilja tey ikki, at mann ikki hevur valt eina staðseting, sum er bíligari, tí tað hevði eisini meiri peningur verið til viðgerð og gransking. Tí er Fíggjarnevndin samd um at biðja landsstýrismannin royna at útvega onnur høli, sum eru bíligari.

 

Ein møguleiki, sum nevndin umrøddi, er, at tá nýggi bygningurin verður tikin í nýtslu í næstum, verða nógvir fermetrar tøkir í núverandi bygningum, sum helst kundu verið brúktir til endamálið.

 

Annars verður vatntætt skott ímillum játtanina frá Novo Nordisk grunninum til Steno miðstøðina og rakstrarjáttina hjá Landssjúkrahúsinum.

 

Tað er í tí lága bygninginum, niðan ímóti J.C. Svabosgøtu, oman fyri tann grøna bygn ingin, at ætlanin er, at byggja nýggju diabetis-miðstøðina