Langt frá semju um eldraøkið

Enn eru partarnir langt frá eini semju um at ætlanina at leggja eldraøkið undir kommunurnar

Tað er framvegis langt eftir á mál at fáa semja ímillum landið og kommunurnar um at leggja eldraøkið undir kommunurnar at at umsita.

 

Annika Olsen hevur lagt uppskot fyri Løgtingið um, hvussu kommunurnar skulu skipa seg í samstarv fyri at kunna yvirtaka eldraøkið og samstundis hevur hon lagt uppskot fram um ledrarøkt og heimatænastu.

 

Men kommunurnar gera nú vart við, at tað eru fleiri viðurskifti, tær vilja hava broytt.

 

Í hesum sambandi mótmæla kommunurnar, at almannamálaráðið skal áseta, at kommunurnar skulu skipa seg í seks ávís samstarvsøki, har minst 3000 fólk skulu vera í hvørjum øki.

 

- Kommunurnar eiga sjálvar at fáa høvi til at finna neyðugu semjurnar at skipa samstørv sínamillum. At áseta økini frammanundan, umframt at áseta eitt mark á í minsta 3000 íbúgvar fyri hvørt øki, fer bara at avmarka møguleikarnar hjá kommununum at finna neyðugu samstørvini og semjurnar, siga bæði kommunufeløgini, sum draga eina línu í hesum máli.

 

Tey bæði kommunufeløgin ivast ikki í, at tær flestu kommunurnar fara at finna saman í samstarv. Og gera tær ikki tað, hevur landsstýrismaðurin heimildina at skipa kommunurnar í samstarv.

 

Kommunurnar duga heldur ikki at síggja nakra fakliga grundgeving fyri, at júst 3000 íbúgvar eru eitt nøktandi fólkagrundarlag fyri eina samstarvseind, ið skal umsita eldraøkið.

 

Kommunufeløgini halda, at hetta er bara fyri at tryggja, at økisuppbýtið á eldraøkinum verður at kalla tað sama sum í dag.

 

- Eitt av aðalmálinum við at leggja eldraøkið út til kommunurnar er, at kommunurnar fáa møguleikan til at laga eldraøkið til staðbundin viðurskifti.

 

- Skal eldraøkið skipast á sama hátt sum í dag, er onki endamál í at leggja eldraøkið til kommunurnar.

 

- Landsmyndugleikarnir mugu hava álit á, at kommunurnar eru førar fyri at skipa egin viðurskifti. Slíkt álit er fortreytin fyri, at tað er meiningsfult, at kommunurnar yvirtaka hetta málsøkið frá landinum, men tíverri eru ov nógv tekin um, at fortreytirnar enn ikki eru nøktandi í mun til henda partin.

 

Kommunurnar og landið eru heldur ikki samd um fíggingina.

 

Landið hevur mett, at kommunurnar skulu hava 356,4 milliónir í afturbering fyri at yvirtaka eldraøkið.

 

Men kommunurnar gera vart við, at har eru nógvar útreiðslur, sum ikki eru tiknar við.

 

- Nevnast skal í hesum sambandi, at eingin av teimum eykajáttanunum á góðar 15 milliónir krónur, sum hava verið í 2013 eru tiknar við.

 

Somuleiðis er ikki lagt upp fyri fullum virksemi á nýggja røktarheiminum í Klaksvík, og hetta sama ger seg galdandi fyri Boðanesheimið í Tórshavn, sum er bygt til tænastur, sum eingin fígging er til í dag. 

 

- Heldur ikki eru allar fyrisitingarligu útreiðslurnar av eldraøkinum tiknar við í upphæddini á 356,4 mió. kr.

 

- Harumframt koma tær íløgu og viðlíkahalds útreiðslur, sum í dag eru knýttar at eldraøkinum, og sum landskassin í framtíðini sparir. Hetta eru eisini upphæddir, sum skulu roknast við, tá ið endalig uppgerð millum land og kommunur fer fram.

 

At enda skal eisini viðmerkjast, at tað ikki hevur verið lagt upp fyri lønar- og prísvøkstri á eldraøkinum í fleiri ár, við tí úrslitið, at heimatænastan og tænastan á røktarheimum og sambýlum er versna munandi seinastu árini.

 

Hetta eru alt viðurskifti, sum máa takast við í eina fíggjarliga uppgerð millum land og kommunur í samband við, at eldraøkið gerst kommunalt, siga kommunurnar.