Lasse og Sámal Petur stríðast um løgtingsess

Sámal Petur í Grund var toppskorari í Eysturoynni við 533 persónligum atkvøðum til seinasta løgtingsval. Til fólkatingsvalið 20. november í ár fekk hann bert 21 atkvøður í Eysturoynni. Nú hevur Lasse Klein bjóðað hon av

 

Lasse Klein trein inn á politiska pallin í januar 1985, tá hann gjørdist landsstýrismaður fyri Sjálvstýrisflokkin í samgonguni millum Javnaðarflokkin, Tjóðveldisflokkin, Sjálvstýrisflokkin og Kristiliga Fólkaflokkin Føroya Framburðs og Fiskivinnuflokk.

Lasse Klein varð valdur á ting í 1988, og hann varð afturvaldur til løgtingsvalið í 1990. Tá umboðaði hann Sjálvstýrisflokkin saman við Helenu Dam á Neystabø og Asbjørn Jonesen.

Men ósemja tók seg upp í flokkinum, og á vári í 1994 fór Lasse Klein úr Sjálvstýrisflokkinum.

Til valið í 1994 stillaði Lasse Klein upp fyri Kristiliga Fólkaflokkin, sum tá varð farin í tvíningar, hin parturin gjørdist Miðflokkurin. Lasse Klein varð valdur, og Sjálvstýrisflokkurin misti mannin í Eysturoynni. Sjálvstýrisflokkurin fekk tvey fólk á ting, Helenu Dam á Neystabø í Havn og Álv Zachariassen í Klaksvík.

Eftir at Sambandsflokkurin, Javnaðarflokkurin, Sjálvstýrisflokkurin og Verkamannafylkingin skipaðu samgongu eftir valið í 1994, gjørdist Sámal Petur í Grund landsstýrismaður ? og varð tað fyrstu ferð, hann trein fram á politiska pallin.

Í desember 1997 nýtti Edmund Joensen, løgmaður, á fyrsta sinni rættin, løgmaður fekk við nýggju stýrisskipanarlógini, at siga landsstýrismann úr starvi. Tað varð Sámal Petur í Grund, sum var tann fyrsti at fáa henda ivasama heiður: at verða koyrdur frá sum landsstýrismaður.

Men hann var væl umtóktur politikari tá, og varð hann valdur á ting fyrstu ferð í 1998 við ikki færri 533 persónligum atkvøðum í Eysturoyar valdømi ? hann fekk nógv flestar persónliga atkvøður í valdøminum. Næstur honum var Alfred Olsen úr Sambandsflokkinum við 388 atkvøðum.