Lata portrið í Saksun upp á víðan vegg - men bara í ein dag

Tey í Saksun ætla sær at vera blíð ímóti teimum, sum ætla sær til bygdina Kristi himmalferðardag at bróta lógina, sum tey siga

Vit skulu ikki at hava nakra ósemju Kristi himmalferðardag, so vit fara at taka væl ímóti fólki. Tað sigur Andre Kruse, sum er bóndin  í Saksun við tí tiltikna gjaldsportrinum. Gjaldsportrið stendur á gøtuni út á Lógv og har skulu fólk rinda 75 krónur fyri at sleppa út á Lónna.

 

Men Kristi Himmalferðardag hava fólk sett sær fyri at fara út á Lógv í Saksun og men tey ætla sær ikki at gjalda. Tey ætla at staðfesta rættin til at ferðast ókeypis í nátturuni, segði ein av teimum, sum skuldi við, Roymer Lamhauge. Í hesum sambandi ætla tey at byrja túrin við Dúvugarðar, og so fara tey yvir um ánna og út á Lónna.

 

Men tað verður ikki neyðugt hjá teimum at vassa fyri at sleppa út á Lónna, tí Andre Kruse sigur, at hann hevur gjørt av at lata gjaldsportrið upp hendan dagin, so øll sleppa turrskødd út á Lónna.

 

Les eisini: Fara um gjaldsportrið í Saksun - men tey nokta at gjalda

 

– Kristi himmalferðardag skulu tey sleppa frá at bróta lógina. Vit ætla okkum ikki at birta upp undir nakra ósemju Kristi Himmalferðardag, so vit fara at taka væl ímóti fólki - og vit vóna, at nógd fólk kemur, sigur Andre Kruse. Hann sigur, at tey ætla at gera ein dag burtur úr tí. Savnið á Dúvugørðum verður latið upp, og tað verður kirkjan eisini, og ætlanin er, at okkurt skal eisini vera at fáa til matna eisini, sigur hann.

 

Men tað verður so bara henda eina dagin, Kristi himmalferðardag, at tað verður ókeypis at fara út á Lónna.