Nógva tosið um at okkum vantar fólk í heilsuverkinum fekk ein áhoyrara at fregnast um, hví ikki varð latið upp fyri útlendskari arbeiðsmegi til heilsuverkið Tað var ein føroyingur búsitandi í Singapore, ið undraðist á alt hetta nógva tosið um, at okkum vanta alt ov nógvar hendur í heilsuverkinum. Í Singapore verður arbeiðsmegi tikin inn eftir tørvi, og tí vildi hann vita, hví hetta ikki ber til í Føroyum
Bill Justinussen var fyrstur at taka orðið, og hann vísti á, at fyri at fáa útlendska arbeiðsmegi inn í landið, so er neyðugt at vit yvirtaka útlendingalóggávuna. Ikki fyrr enn hetta er hent, kann nakað munagott gerast á hesum økinum.
Bergtóra Høgnadóttir Joensen segði millum annað, at hóast føroyskar kvinnur føða flest børn í øllum Europa, so veksur fólkatalið kortini ikki. Hon vísti á, at tað finnast starvsfólk í Danmark til eitt heilt føroyskt heilsuverk, so hví royna vit ikki í fyrstu syftu at fáa okkara egnu heim aftur. Her átti at verið sett fokus á hetta, hví føroyingar ikki koma heim aftur. ? Lat okkum spyrja føroyingar í Danmark, hví tey ikki koma heim aftur. Lat okkum fáa nøkur hagtøl, segði Bergtóra.
Georg L. Petersen segði, at loysunarorðið er ikki altíð útlendingar. Hann helt, eins og Bergtóra, at vit fyrst eiga at royna at fáa føroysku heilsustarvsfólkini í útlandinum heim aftur.
Kári á Rógvi helt, at vit eiga at leggja doyðin á at skapa eina tilflyting og samstundis staðga fráflytingini. Hann nevndi nøkur av kendu útlendsku eftirnøvnunum og segði, at hesir tilflytararnir bert høvdu ríkað landið. Hann segði eisini at The Economist sigur í seinastu útgávu síni, at tilflytarar í allarmestan mun ríka samfelagið