Samgongan tekur ikki undir við, at ólavsøkuaftan verður almennur frídagur, so at øll kunnu fáa vissu fyri, at tey sleppa á ólasøku. Tað er úrslitið, nú Mentanarnevndin hjá Løgtinginum hevur sagt sína meining um eitt uppskot frá Sirið Stenberg úr Tjóðveldi.
Hon hevur lagt uppskot fyri Løgtingið um at ólavsøkuaftan skal vera almennur frídagur, tí hon heldur, at øll eiga at fáa trygd fyri, at tey sleppa at vera við á tjóðarhátíð okkara.
Mentanarnevndin sigur, at tað er rættiliga ymiskt, hvussu støðan er á hesum øki. Hjá summum er ólavsøkuaftan vanligur arbeiðsdagur, og hjá øðrum er tað hálvur frídagur. Men bæði fakfeløg og arbeiðsgevarar upplýstu eisini, at er tað eru nøkur, sum helst vilja sleppa til arbeiðis á ólavsøku, men tey, sum vilja fáa frí at fara á ólavøku, fáa eisini frí frá arbeiðsgevaranum til tað.
Men so vóru tað eisini summi, sum førdu fram, at grundlógardagurin er hálvur frídagur, men verður tann hálvi frídagurin strikaður og fluttur til ólavsøkuaftan, kunnu tey, sum hava hálvan arbeiðsdag ólavsøkuaftan, fáa frí allan dagin.
Annars eru allir partar um, at í roynd og veru er talan um eitt mál, sum eigur at verða tikið fram undir sáttmálasamráðingum, men fakfeløgini taka undir við, at ólavsøkuaftan verður almennur frídagur.
Men tey í samgonguni vísa á, at tá ið fakfeløg og arbeiðsgevarar samráðast um nýggjan sáttmála, er frítíðin vanliga eitt evni, sum verður brúkt í samráðingunum. Tí halda tey ikki, at politiski myndugleikin eigur ikki at leggja seg út í viðurskiftini á arbeiðsmarknaðinum, og tí mæla tey Løgtinginum frá at samtykkja uppskotið.