Ólavsøkukórið fer undir venjing

Nógvir sangarir leita sær hvørt ár til Havnar at syngja við Ólavsøkukórinum.

Ólavsøkukórið er hjá mongum hædddarpunktið á høgtíðini.

Ein og hvør, sum hevur sanghug og mál, er vælkomin at verða við til hendan kórsang á landsins tjóðardegi. Kórleiðari í ár verður Leif Hansen, og sangskráin verður ein blanding av nýggjum og gomlum, siðbundnum og modernaðum kórtónleiki.

Sum siður hevur verið í fleiri ár, verður eisini vant til eina kórhugnaløtu á Tinganesi aftaná framførsluna á Tinghúsvøllinum, og hana fer Ólavur Hátún at taka sær av.

Venjingarnar verða á Føroya Læraraskúla, og tíðirnar verða hesar:

Týskvøldið 10. juli kl. 19.00

Sunnudagin 15. juli kl. 15.00

Sunnudagin 22. juli kl. 15.00 og

Hóskvøldið 26. juli kl. 19.00