Ólavssøkan 2002: Strævið vikuskiftið hjá løgregluni

Ólavssøkan 2002
Ragnhild Ellingsgaard

Seinasta vikuskiftið hevur verið langt og strævið hjá løgregluni í Tórshavn. Einir 20 mans hava skifts um at verið til arbeiðis, og er hetta væl fleiri enn eitt vanligt vikuskifti.
- Størsti trupulleikin er avgjørt druk, druk og aftur druk. Ólavssøkan er vorðin ein reguler drukfest, og fólk eru sansaleyst rúsaði, sigur vakthavandi á politistøðini.
Enn hevur løgreglan ikki fingið til vega nøkur hagtøl, ið vísa hvussu nógvar vitjanir, talan hevur verið um á Ólavssøkuni. Men vakthavandi veit tó at siga, at støðin hevur hýst 21 gestum, ið av ymsum áðum ikki náddu at koma heim, áðrenn rúsurin tók yvir.
Hetta er eitt tal, sum samsvarar væl við tølini frá undanfarnu Ólavssøkum. Í 1992 var talan um 39 náttargestir, og fall talið eitt sindur komandi árini. Í 1998 hevði løgreglan vitjan av 28 náttargestum, og varð talið í ár sum nevnt 21.
Hóast talið er minkað, so heldur vakthavandi á politistøðini, at torført er at meta um, hvørt støðan er nakað munandi betrað.
- Talið varirerar altíð eitt sindur, tá vit jú hava við rúsaði fólk at gera. Tó liggur tað altíð eitt sindur stabilt, og tí er torført at siga, hvørt støðan er versnað ella blivin betri, heldur hann.
Hann leggur afturat, at talan ikki er um nakran ávísan málbólk, ið endar hjá løgregluni orsakað av rúsandi evnum.
- Talan hevur í ár verið um heilt ung niður í 12-ára aldurin, eins væl og vit eisini hava fingist við heilt tilkomin fólk. Tey hava øll fingið ov nógv niðurum, og duga sær tí ikki hógv, greiðir vakthavandi frá.
Harafturat koma eisini allar uppringingarnar um størri og smærri skaðar, sum løgreglan fær. Tá ringir løgreglan til sjúkrahúsið, sum síðani sendur sjúkrabilin út eftir fólkunum.
- Ólavssøkan í ár hevur ført til stak nógvar uppringingar. Hetta eru fólk, sum eru komin til skaða á ymsan hátt. Sum oftast stendst hetta aftur av ov stórum rúsi, sigur vakthavandi.
Hann heldur ikki, at talan í so mongum førum er um onnur rúsevni enn alkohol. Heldur er tað ein blanding av ymsum, sum ger fólk so í ørviti, at løgreglan má upp í leikin.