Ert tú framvegis stjóri í Vinnuframagrunninum?
– Ja.
Verður tú framvegis stjóri í morgin?
– Tað kann eg ikki svara uppá.
Er tað rætt, at tað er heitt á teg um at siga teg úr starvi, og um ikki, so verður tú uppsagdur?
– Nú spyrt tú so nær. Eg haldi tú skalt tosa við Sigmund Poulsen um hatta.
Ólavur Arge vil ikki gera fleiri viðmerkingar um støðu sína sum stjóri í Vinnuframagrunninum.
Onki ultimatum
Men tað vil Sigmund Poulsen, advokatur hjá Ólavi Arge, fegin úttala seg, men heldur uppá, at onki ultimatum er komið.
– Tað passar ikki. Tað eru ongi boð um nakað ultimatum komið og heldur onki, sum líkist tí, sigur Sigmund Poulsen.
Men hann leggur afturat, at er tað rætt, at Vinnumálaráðið er farið uttan um hann við einum tílíkum ultimatumi, so hevur ráðið gjørt tað lort fyri seg sjálvt.
Fyrisitingarligt mál
Tað er greitt tilskilað í viðtøkunum hjá Vinnuframagrunninum, at tað er landsstýrismaðurin, sum setir stjóra í grunninum. Orðarætt stendur í grein 8, at landsstýrismaðurin setur stjóra.
Men landsstýrismaðurin hevur ongar viðmerkingar til Vinnuframagrunnin.
– Eg blandi meg ikki upp í fyrisitingarlig mál, sigur Johan Dahl, landsstýrismaður.
Fyrisitingin tegir
Og fyrisitingin vil heldur onki siga.
– Úttala okkum ikki í einum máli, sum er í gongd, so hatta kann eg ikki gera nakrar viðmerkingar til, sigur Maria Róin, deildarstjóri, sum saman við øðrum hevur arbeitt við Vinnuframagrunninum og stjóranum í grunninum.