Nakað er síðani, at føroyski elitutelvarin Ólavur Simonsen hevur roynt seg á 64 puntunum. Tað lá ikki fyri hjá honum at luttaka í FM fyri einstaklingar á Toftum á páskum. Ólavur hevði annars luttikið á hvørjum ári síðani 1990. Seinastu ferð klaksvíkingurin telvaði var tískil í seinasta umfarinum í liðkappingini í februar, tá lið hansara gjørdist føroyameistarar.
Byrjanartrupulleikar
Ólavur var greiður favorittur í vikuskiftiskappingini við nærum 200 ratingstigum fleiri enn Rani Nolsøe, sum var komin úr Klaksvík fyri at reinsa heldur soltna úrslitið á Toftum av sær. Tað gekk tó ikki eftir ánni hjá klaksvíksveterananum.
Unglingurin Sjúrður Thorsteinsson telvaði manniliga móti Ólavi í fyrsta umfarinum. Eftir ivasamt byrjanarspæl, fekk tvøroyamaðurin leikt seg innaftur í talvið. Men í avgerandi løtuni var hann óneyvur og Ólavur hálaði loksins stigið inn. Eitt spennandi talv, sum er við í blaðnum í dag.
Sjúrður og Rani Baldursson eru báðir undirrataðir. Teir eru væl sterkari enn hvat teirra umleið 1600 ratingtal sigur okkum. Tí varð tað heldur ikki óvæntað, at báðir fingu javnt móti Rana Nolsøe.
Hevði Ólavur trupulleikar í fyrsta umfarinum, lá væl betur fyri hjá honum í restini av kappingini. Ólavur vann nevnliga øll síni fimm talv.
13 ára gamal og stórmeistari
Tann eftirhondini víðagitni smádrongurin úr Norra, Magnus Carlsen, ognaði sær sín triðja og seinasta stórmeistaranorm í sterku kappingini í Dubai. Martin Poulsen og Hans Kristian luttóku eisini.
Magnus er tann næstyngsti stórmeistari nakrantíð. Hann vann sær trygt normin í Dubai við 6,5 stigum av 9 møguligum og einum deildum øðrum plássi. Martin og Hans Kristian fóru báðir eitt vet uppeftir ratingstiganum við ávíkavist 4,5 og 4 stigum.
Í løtuni telvar Magnus í siðvondu Sigeman-kappingini, sum verður telvað í Svøriki í hesum døgum. Norska talentið hevur tvey stig av fýra møguligum, og liggur á deildum triðja plássi. Donsku topptelvararnir Curt Hansen og Peter Heine Nielsen eru á odda við 3 stigum.