Hóraldur Joensen, januar 2013
----
Trupulleiki
Laksalúsin, Lepeophtheirus salmonis, er ein sonn plága og stór útreiðsla hjá alivinnuni her á landi eins og uttanlands. Fyri stuttum varð nevnt í luftbornu miðlunum, at kostnaðurin av at halda lakslúsini niðri á einum ikki-skaðiligum støði í føroysku alvinnuni er umleið 100 milliónir Dkr árliga. Ein varislig kostnaðarmeting, gjørd í 2010 vísti, at laksalúsatrupulleikin kostar alheimsalivinnuni umleið 2,3 milliardir Dkr um árið. Fleiri avlúsingarevni eru uppfunnin og framleidd, og granskað hevur verið nógv í smittuvandanum frá aliringum til fríar fiskavertir og øvugt. Men higartil er eingin varandi loysn funnin uppá laksalúsatrupulleikan.
Geislagelding og tøkni
Hesin geldingarhátturin, kallaður SIT (Sterile Insect Technique), er ikki nýggjur. Longu í 1920-unum arbeiddi Herman J. Muller, genetikari og seinni Nobel-prísvinnari, við geislavirknari sterilisering av bananfluguni (Drosophila melanogaster). Hetta arbeiðið varð framt á Universitetinum í Texas. Herman Muller fann út av, at stráling frá tannlækna-Røntgen-tóli var nóg mikið til at fremja genetiskar mutatiónir í chromosomunum á bananfluguni. Røntgen-geisling í hóskandi skamtum megnaði at bróta chromosomini í kyknskyknunum so mikið nógv, at eftirfylgjandi kyknubýting varð ómøgulig.
Hetta arbeiðið hjá Hermanni varð í 1930-unum ment av amerikanska skordýrafrøðinginum Edward F Knipling og skordýrafrøðinginum Raymond C Bushland við tí endamáli at kunna hava tamarhald á og enntá fulkomuliga týna skaðaelvandi skordýr. Líknandi granskingararbeiði varð kunngjørt av sovjettiska genetikkaranum Serebrosky í 1940. Í staðin fyri at nýta Røntgen-geisling, so varð gamma-geisling frá cesium 137 (Cs-137) og cobalt 60 (Co-60) nýtt. Kanningarnar av skrúvuorm-flugum vístu, at flugufrensarnir toldu minni av enn kvennflugurnar.. Geislinganøgdin, ið kravdist fyri at lívssøra kallfluguna var 25 Gray og kvennfluguna var 65 Gray. Gray er ein eind fyri geisling, sum er ísogin ella absorberað í livandi vevnað. Eitt Gray er tað sama sum 1J/kg (eitt Joule/kilogram).
Kanningar og støddfrøðiligir myndlar ella model vísa greitt, at um talið av útsleptum lívssørum flugufrensum í mun kallflugur í nátturuni er 9:1, so eru einans 10% av vígginum ella flugueggunum lívfør. Fyri at fáa at fáa oytt flugustovnin skjótast møguligt, so verður mælt til at hava nevnda lutfall minst 10:1.
Making laksalúsarinnar
Ein táttur av alstórum týdningi viðvíkjandi geislagelding er viknaður gessur, og harvið kappingaravlagandi inntriv í kampin millum geislaðar og ikki-geislaðar kalllýs um kvennlýs og stríðið at føra ílegurnar til næsta lúsaættarlið. Geislingin má ikki verða ov veik, tí so verður kalllúsin ikki lívssør, og ikki ov sterk, tí so kann kalllúsin vikna kropsliga og girndarhugurin fána. Umráðandi er, geislingin hevur júst tað rætta magnið, ið bert lívssørir men ikki veikir laksalúsina. Tað er sera týðandi, at kalllúsin ikki viknar kropsliga, tí makingartilgongdin, umfatandi forleik, making og eftirleik er tíðar- og orkukrevjandi process fyri kalllúsina. Máttsúgvandi makingarstrev kalllúsarinnar er væl lýst. Fleiri kanningar av kynslívinum hjá laksalúsini eru framdar og almannakunngjørdar í altjóðað vísindaligum tíðarritum.
Forleikur
Paringin millum kall- og kvennlúsina byrjar við at skordýrini nærkast hvørjum øðrum. Í flestu førum velur kalllúsin eina unga nakað búnaða jómfrúgv II (pre-adult II). Eru ov fáar slíkar at finna, so leita teir eftir yngri jómfrúgv I (pre-adult I) ella vaksnum eldri jómfrúm. Áðrenn kall- og kvennlúsin læsast í undanmakingarstøðu ella pre-copulationsstøðu, so fær kallúsin ein serliga leitandi og kannandi atferð. Kalllúsin fer uppá ryggin á ungjómfrúnni aftanífrá og haðani undir búkin og haðani uppá ryggin aftur. Eftir stuttan steðg lyftir kalllúsin bringuhøvd (cephalothorax) í nøkur sekund. Tekur so uppaftur somu rørslur fleiri ferðir. Hesin pre-copulatoriski leikur fer fram í fleiri minuttir.
Vaksnar kalllýs nærkast sum nevnt makanum aftaná ífrá og við einum kampi (antennu) og legg-kjafti (maxilliped) klívur uppá kvennkynsskøpini ella genitala complexið. Í nøkrum førum, har kalllúsin kemur frammanífrá, fara teir uppá jómfrúryggin og glíða spakuliga haðani aftur móti kynsskøpunum. Kalllús, sum er komin í pre-copulartoriska støðu tekur við øðrum kampi sínum fast um 4. kropslið á jómfrúnni fyri at halda sær fast. Stundum ger kalllúsin eisini tað, at hon nýtir leggkjaftin til at taka um jómfrúnna, ella neyvari, um búkøki niðarlaga á kroppinum. Kalllús, sum fyrst hevur fingið fatur á jómfrú II fer oftani frá henni stutt aftaná fyri at royna eftir eini yngri ungjómfrú. Tað er heilt týðuligt, at kalllúsini dámar best ungar jómfrýr, tí er ein slík fyrst tikin i favn, so verður hon ikki slept aftur í sama mun sum gjørt verður við eitt sindur eldri jómfrýr og fullvaksnar gamlar jómfrýr. Pre-copulatoriska støðan hjá lúsaparinum varðar í 5 til 6 dagar. Í hesa tíð flytir parið seg næstan ikki úr stað. Fleiri atferðarmynstur í pre-copulatoriskari støðu eru eygleidd. Haldandi um ungjómfrúnna reisir kalllúsin bringuhøvdið (cephalothorax) og kynsgøgn einar 60 gradir frá skræðuni á laksinum. Aftaná hesa rørslu tekur kalllúsin upp somu upprunaligu undamakingarstøðu og heldur væl um kvennkynsskøpini. Stutt aftaná lyftir kalllúsin bringuhøvdið nakað og boyggir síðan liðiligu síður sínar inneftir og runt um kynsskøpini á jómfrúnni og heldur henni soleiðis í eini 5 sekund. Hetta atferðamynstrið verður endurtikið við stuttum tíðabilum (8-60 sekundum), og heldur fram í fleiri tímar.
Framhald