**Myndatekstur:** Marine Le Pen kemur til rættin í Fraklandi týsdagin. Kærurætturin staðfesti, at hon er sek í misnýtslu av almennum pengum, men dómurin letur kortini møguleikan standa opnan fyri, at hon kann stilla upp til forsetavalið í 2027. (Mynd: Benoit Tessier/Reuters)

Le Pen kann kortini stilla upp til franska forsetavalið

Franski høgravongspolitikarin Marine Le Pen er av einum kærudómstóli í dag funnin sek í misnýtslu av almennum pengum.

**Myndatekstur:** Marine Le Pen kemur til rættin í Fraklandi týsdagin. Kærurætturin staðfesti, at hon er sek í misnýtslu av almennum pengum, men dómurin letur kortini møguleikan standa opnan fyri, at hon kann stilla upp til forsetavalið í 2027. (Mynd: Benoit Tessier/Reuters)

Kortini er hon ikki forðað í at stilla upp til forsetavalið næsta ár.

Dómurin merkir, at hon ikki kann hava alment embæti í 45 mánaðir, men 30 av teimum eru treytaðir. Sambært Reuters hevur hon longu sitið 15 mánaðir av revsingini, og tí kann hon framvegis bjóða seg fram til forsetavalið í 2027.

57 ára gamla Le Pen er harumframt dømd til trý ára fongsul. Tvey ár eru treytað, meðan eitt ár kann verða sitið heima við fótleinki.

Málið snýr seg um, at flokkur hennara, National Samling (RN), skal hava brúkt ES-pengar til at løna starvsfólki, sum arbeiddu fyri flokkin í Fraklandi í staðin fyri fyri umboðini í Evropa­tinginum.

Le Pen hevur higartil noktað seg seka og hevur áður skuldsett dómararnar fyri politiskan slagsíðu. Í kærumálinum segði hon tó, at um hon hevði gjørt nakað skeivt, so var tað ikki við vilja.

Seinni í dag verður væntað, at Le Pen fer at gera vart við, um hon framvegis ætlar at stilla upp til forsetavalið.

Le Pen hevur tvær ferðir áður tapt forsetavalið móti Emmanuel Macron. Forsetatíðin hjá Marcron er avmarkað av grundlógini, og tí kann hann ikki stilla upp aftur í 2027.