Legði stilt at kryvja

Boðasteinur, sum fiskar polska kvotu undir Svalbard undir navninum Patricia 9, hevði rokfiskiskap í seinastu viku

 

Tað hevur gingið væl hjá Patriciu 9, sum er Boðasteinur, síðan skipið fór undir Svaldbard at fiska av polskari kvotu, sum reiðaríið hevur keypt.

Sigurd Simonsen, reiðari á Boðasteini sigur, at reiðaríið hevur keypt 400 tons av samlaðu polsku kvotuni við Svalbard, sum er 1.200 tons í rundum. Arbeitt verður við at fáa 400 tons aftrat, sigur reiðarin.

Treytin er, at tveir polakkar, flaggskiparin og ein maskinmaður koma umborð aftrat teimum 13 monnunum, sum vanliga eru við Boðasteini.

Í næstseinastu viku avreiddi Patricia 9 góð 80 tons av ísfiski á Båtsfirði í Norðurnoreg. Prísurin var hampiligur. Einar 14-15 krónur í meðal, sigur reiðarin.

Mánakvøldið hálaðu teir fyrstu ferð á øðrum túrinum, og hóskvøldið høvdu teir 120 tons inni.

Fiskiskapurin var so góður, at tað gekk ikki undan við reingerðini. Teir noyddust at leggja stilt at kryvja. Tað er bara toskur, teir fáa, sigur reiðarin.

Hetta er níggjunda árið, føroysk skip fiska polska kvotu undir Svalbard. Tað er soleiðis, at teir hava bara loyvi at fiska á Svalbardøkinum.

Boðasteinur plagar annars at vera á búrfiskaveiðu um heystarnar. Vanliga verður búrfiskurin fiskaður um heystið og í januar-februar, sigur reiðarin. Men í heyst hava teir so valt at fara til Svalbard at fiska tosk ístaðin.

Boðasteinur hevur gjørt tað hampiliga gott á búrfiskaveiðini. Eisini gav blálongan eit sindur, sigur reiðarin. Væntandi fara teir aftur á búrfiskaveiðu eftir nýggjar.

Tá verður manningin aftur tann vanliga. 13 mans.