Leggi ikki lestrarstuðulin um til lán

Endamál lærdómsins er at útskifta afturlatin sinn við opin sinn.
Nakað soleiðis segði fyrrverandi amerikanski politikarin og útgevarin av Forbes Magazine, Malcolm Forbes. Hesi orð runnu mær í hug, tá eg hoyrdi mentamálaráðharran Bjørn Kalsø í útvarpinum, har hann útlegði ætlanir sínar at partvís umleggja lestrarstuðulin til føroyingar, ið ætlandi fara at lesa uttanfyri Norðurlond, til lán. Eg vil viðmæla, at Bjørn Kalsø tekur orðini hjá Forbes til sín og fer inn í hetta kjak við opnum heldur enn afturlatnum sinni.
Kona mín og eg hava síðan 2007 notið ótrúliga góðu skipanina ,vit hava sum føroyingar, ið lesa uttanfyri Norðurlond. Onnur, ið vit hava lisið saman við her í Newcastle hava øvunda okkum skipanina, tí tey allarflestu eru skuldarbundin eftir loknan lestnað. Ikki vit og tað er gott, tí tað gevur okkum nógv fríðari ræsur tá lesnaðurin er yvirstaðin.
Alt gott um at fáa føroyingar heim eftir lesnað. Tað eigur at verða endamálið hjá stjórnini í Føroyum at fáa øll heimaftur og tað liggur eisini fremst í huganum hjá teimum allarflestu lesandi at koma heim aftur. Tó má eitt endamál verða við tí. Endamálið haldi eg eigur at verða ein visjón um ein fjølbroyttan arbeiðsmarknað, har útbúnir føroyingar við gleði koma heim, tí møguleikin at nýta sína útbúgving liggur opin. Tað ger hann ikki í løtuni og tí koma nógvir føroyingar ikki heim. Við at gera arbeiðsmarknaðin meira fjølbroyttan koma alt fleiri føroyingar heim og á henda hátt verða tær 10 milliónirnar árliga, ið landið brúkar uppá lesandið, endurgoldnar.
Hvussu skal tað gerast?
Tað eru nógvir møguleikar og tað snýr seg um at hava eitt opið sinn. Eg vil nerta við tveir.
1. Ger skipanir til lesandi, har tey hava møguleikan at koma inn á arbeiðspláss, privat og almenn, og harvið fáa arbeiðsroyndir og møguliga bjóða starv, um viðkomandi ger eitt gott arbeiði. Hetta er ikki ein dýr skipan, tí oftast eru slík størv ikki væl lønt, men tað eru royndirnar, ið viðkomandi byggir upp, ið er veruligi vinningurin.
2. Ger tað lættari hjá nýútbunum at fáa pening til íverksetan, byrja fyritøkur o.s.fr, har tey beinleiðis kunnu evna spennandi verkætlanir til, ið verða settar saman av tí vitan, ið tey hava vunnið sær. Hetta er sjálvandi meira kostnaðarmikið, men kann geva fleiri ferðir aftur, um skipanin verður gjørd smidlig og rætta hjálpin er tøk. Sum dømi kann eg nevna lærustovnin, ið eg havi verið á, Newcastle University. Har hava tey eitt, ið eitur Rise Up. Har kann eg fara inn og fáa atgongd til marknaðargreiningar, teldu, ein til ein leiðbeining frá lærdum fólkið við royndum innan tað økið, ið eg havi áhuga í o.s.fr. Henda leiklut kundi mentamálaráðið tikið á seg og givið øllum henda møguleika, saman við góðum íleggingarmøguleikum. Her er eisini meira náturligt at tosa um lán heldur enn stuðul.
Tað er púra sikkurt, at nógv góð fólk í Føroyum høvdu heldur enn fegin vilja verið við til eina verkætlan sum hesa.
Sum sagt, hetta eru bara tveir møguleikar, men tað eru nógv fleiri. Tað snýr seg bara um at hava sinnið opið og verða opin fyri nýhugsan.
Um stuðulin til skáulagjald verður umlagdur til lán verður úrslitið, at nógv koma heim tí tey noyðast og ikki tí tey vilja. Tað kann ikki verða endamálið.
Eisini fer mann at sígga, at positiva gongdin seinastu árini, har alt fleiri fara longur út enn Danmark, hugsa seg tvær ferðir áðrenn tey fara og nógv setast aftur og fjølbroytni broytist til tað verra.
Annars haldi eg tað verða skemtiligt, at 10 milliónir árliga er ein útreiðsla, ið má tálmast, tí mann heldur, at tað fæst ikki nokk burturúr, men at ein politikkari fær upp til kr. 170.000 í ferðaendurgjaldið um árið, er ein íløga, ið er neyðug.