Ein hjartans tøkk til allar tinglimir, sum ikki valdu at lurta eftir formanninum í Búskaparráðnum, tá hann dagin fyri atkvøðugreiðsluna um Suðuroyartunnilin valdi, at endurtaka seg sjálvan og ávara ímóti tunnilsverkætlanini. Og takk og lov havi fyri, at man heldur ikki valdi at lurta eftir honum, og svíkja alt verkafólkið, við at hækka pensjónsaldurin í eini óðari haldførisræðslu.
At Búskaparráðið í fleiri ár hevur runnið undan kjakinum um tilfeingisrentuna í fiski- og alivinnuni (við undantak av einum limi), er ein akademisk katastrofa fyri ráðið. Talan er um so nógv nógv størstu bombuna undir tí føroyska búskapinum og samfelagnum sum heild. Tað er heilt einfalt ikki búskaparfrøðilig ráðgeving, langt og frá tí. Sambært Dagur og vika - eykasending í kvøld, hevur hendan undanførsla eftir øllum at døma tíverri vunnið. Har varð nógv tosa um nýskiparnir, men lítið og onki um nýskipan av tilfeingisvinnunum. Tað ger bara katastrofuna upp aftur størri, tíverri.
Ja Suðuroyartunnilin er ein dýr verkætlan, kostar nakrar milliardir, men man kann eisini bara síggja hana sum nógvar milliónir um ári fyri at fáa suðuroyingar við í samfelagið og vælferðina generelt. Tað er neyðugt áðrenn tey fara at telja 0%.
At samanlíkna við, kostar fiski- og alivinnan 2.000 milliónir um ári í vinnustuðli. Eftir trimum árum kundi tunnilin verið goldin. Hetta svarar eisini til allan landsskattin hjá okkum øllum á hvørjum ári. Fyri hvønn einasta borgara frá føðideild til ellisheim, er talan um 3.000 kr hvønn einasta mánað í árinum. Ein familja við einari ommu, tveimum foreldrum og tveimum børnum, missir sostatt á hvørjum ári haldføri, almennar tænastur og skattalættar og mangt annað fyri 180.000 kr.
Búskaparráðið eigur tískil at verða broytt soleiðis, at forfólkið skal vera PhD í búskaparfrøði og granska í fakinum, umframt at viðkomandi ikki skal kunnu hava onnur størv enn sítt granskingarstarv. Restina av limunum skulu hava kandidat í búskaparfrøði. Og so skal ráðið leggjast undir Fróðskaparsetrið. Tað vil tryggja at ráðgevingin verður akademisk og fakliga væl grunda.
Kim Hansen
Poddvarpari










