Nýggja uppsjóvarvirkið, sum nú er bygt í Fuglafirði, er tað mest framkomna í heiminum.
Tað sigur Jóhan Páll Joensen, stjóri, nú tey eru í ferð við at leggja síðstu hond á at gera nýggja uppsjóvarvirkið, Pelagos, í Fuglafirði, liðugt. Talan er um eina rættiliga stóra verkætlan, tí virkið kostar heilar 220 milliónir at byggja.
Og nú er komið so mikið langt, at gongst sum ætlað, verður tað um bara tvær vikur at virkið fer at taka ímoti teirri fyrstu lastini av uppsjóvarfiski.
Tað hevur gingið ótrúliga skjótt frá tí at ætlanin um virkið kom í eyga, til nú tað er liðugt. Fyrsti veruligi fundurin um at byggja virkið var so seint sum tann 27. november. Tann 27. januar varð felagið stovnað, tann 11. apríl var reisigildi og nú, tann 1. august, verða maskinurnar royndar.
Jóhan Páll Joensen, stjóri á virkinum, sigur, at ætlanin er at virkið skal taka ímóti 45.000 tonsum um árið av makreli, sild, lodnu og svartkjafti.
Og hóast reiðarar við skipum eru knýttir at virkinum, er stjórin fullgreiðir yvir, at fiskur, virkið keypur, verður keyptur í javnbjóðis kapping við onnur uppsjóvarvirki.
Jóhan Páll Joensen sigur, at marknaðarlondini eru Russland, Evropa, Afrika, Fjareystur. Men enn er virkið ikki góðkent at selja til Russlands, men tað vónar hann verður seinni í ár. Stjórin á pelagos sigur, at ætlanin er at royna maskinurnar á virkinum tann fyrsta august, men tað verður við ongum fiski í. Teir næstu dagarnar skulu so brukast til at vaska og gera virkið klárt annars, men stjórin sær fyri sær, at farið verður undir sjálva framleiðsluna antin mikudagin 6. august, ella fríggjadagin 8. august.
- Tann fyrsta vikan, ella tær fyrstu tvær vikurnar, verða eitt sindur trilvandi, har allar maskinurnar skulu roynast og stillast, men so kemur væntandi gongt á av álvara, sigur stjórin.
|