Saman við sterka liðnum í Tjóveldi vil eg arbeiða fyri einar frælsar Føroyar, har:
Børn og ung hava bestu uppvakstrarmøguleikar
- Barnalógin verður samtykt, og góðu verkætlanarroyndirnar í Barnaverkætlanini verða settar í verk kring alt landið.
- Tað merkir at øll børn í Føroyum fáa rætt til eina samskipaða tænastu og skjóta tørvsgrundaða hjálp til teirra avbjóðingar.
- Við hesum fáa vit betri heilsu, trivnað og menning fyri okkara børn og vit taka strongdina og máttloysi burtur frá øllum teimum foreldrum, sum í dag renna seg í forðingar, skulu samskipa hjálpina sjálvi og ikki fáa eina samskipað málrættaða loysn til júst tann tørv teirra barn hevur.
Útbúgving, vitan, nýskapan og gransking eru kjarnin í menningini
- Tað merkir at vit skulu endurskoðað okkara skúlaskipan útfrá hesum spurningi:
- Er skúlin barnaklárur?
- Á miðnámi skulu vit framhaldandi skapa góð lestrarumhvørvi kring landið.
- Fróðskaparsetur Føroyar skal vera sjálvur hjartaslátturin í okkara menning av einum burðardyggum samfelag - í tøttum samstarvi við allar viðkomandi partar í Føroyum, og knýta sterk altjóða sambond fyri at víðka og styrkja okkara granskingarumhvørvi.
Vit finna røttu javnvág millum sterkar sosialar skipanir og eitt sterkt vinnulív
- Eitt sterkt vinnulív er bulurin í vøkstri og virðisskapanini í Føroyum.
- Sterkar fevnandi sosialar skipanir eru alneyðugar fyri trivnað, heilsu og samhaldsfesti í Føroyum.
- Hesi bæði málini mugu javnvigast, soleiðis at "køkan" Føroyar verður býtt rættvíst til øll at liva eitt gott, meiningsfult og frælst lív.
Vit skulu hava eina virðiliga og haldføra integratión
- Tað merkir at vit skulu finna eina góða javnvág millum vinnutørvin á arbeiðsmegi og tjóðarstyrkina, ið liggur í einum fjølbroytnum og virknum samfelagi.
- Vit bjóða fólki vælkomnum til Føroyar, stuðla og veita neyðuga hjálp, soleiðis at tey, sum ynskja at seta búgv her, kunnu gerast fult virkisfør og virknir virðisskapandi borgarar í Føroyum.
- Vit læra av hvørjum øðrum, ríka Føroyar í felag við okkara mentanarsamspæli, virðing og skynsemi fyri føroyska virðisgrundvøllinum.
Fólkaræðið er grundvøllurin og samfelagið er eyðkent av álíti, rættvísi og samstarvi
- Bert við hesum grundarlagi byggja vit okkara land á klett heldur enn sand.
Vit skulu hava eina langtíðarætlan fyri Føroyar, sum hevur breiða politiska og fólksliga undirtøku at seta okkum mál eftir, og raðfesta okkara inntøkur, útreiðslur og íløgur.
- Stundin er komin at broyta siðvenju í politisku skipanini í Føroyum. Støðan er júst tann rætta, tí nú fara vit til verka við grundarlagi undir Tjóðarsemjuni at skipa Føroyar sum tað samfelagið vit vilja hava í framtíðini.
Einar burðardyggar frælsar Føroyar - fyri teg, meg og Føroyar.
Stjóri í Hardlei Consult, sum hevur sum tilverugrundarlag at hjálpa leiðarum í Føroyum at eydnast. Havi drúgvar leiðsluroyndir, m.a. verið rektari á Glasi, har eg eisini undirvísi. Til Løgtingsvalið 26. mars 2026 stilli eg upp fyri Tjóðveldi.











