Global Leadership Summit (GLS) skipar fyri leiðslutiltaki mikukvøldið 13. november kl. 19.30.
Sum ein upphiting til árliga GLS, sum hesuferð verður 17. og 18. januar 2014, verður eitt leiðslukvøld í Gøtu kirkju (í kirkjukjallaranum).
Hóast tað “veruliga” GLS verður 17. og 18. januar, ynskir GLS at geva leiðarum møguleika at menna sínar leiðsluførleikar alt árið. Í hesum sambandi verður skipað fyri hesum GLS-kvøldi, har leiðslumennig er á skránni. Eisini er gott høvi hjá leiðarum at hitta aðrar leiðarar og knýta sambond.
Á skránni verður ein fyrilestur á stórskíggja frá Bill Hybels “from here to there” við føroyskum undirteksti. Hesin boðskapur var at hoyra á GLS í 2011, og er hann líka aktuellur í dag sum tá. “From here to there” er ein viðkomandi og kveikjandi boðskapur um at røkka málum, og Hybels gevur áhoyrarunum amboð til tess.
Eisini kemur Rúni Rasmussen, nevndarformaður í GLS Føroyar, at hava eitt innlegg um leiðslu. Rúni hevur júst latið úr hondum nýggjan blogg um leiðslu. Hesin bloggur hevur endamáls at seta fokus á leiðsla og leiðslumenning. Bloggurin er at finna á: www.leidsla.com
Umframt fyrilestur við og Bill Hybles og innlegg frá Rúna Rasmussen, verður sangur og drekkamunnur á skránni.
GLS-ráðstevnan hevur verið hildið í Føroyum síðan 2008 í Norðurlandahúsinum, og hvørja ferð hevur húsið verið nærum fult.
Kunning um GLS 2014 er at finna á www.gls.fo.