Leiga avloysaraskip fyri Smyril av Isle of Man

Skipið, ið hugt fer at verða eftir á Isle of Man eitur Ben My Chree

Talan er um skipa av Isle of Man, sum er 115 metrar til longdar, sum er 20 metrar styttri enn Smyril. Breiddin er 23,5 metrar, tvs 1 metur breiðari enn Smyril. Tað skrivar Strandferðslan til fíggjarnevndina hjá Løgtinginum í sambandi við arbeiði við fíggjarløgtingslógini fyri næsta ár.

Skipið tekur sambært skipsblaðnum 500 ferðafólk við eini manning á 28 fólk. Bildekkið er 1.100 deksmetrar og 3,10 metrar breitt. Við eini miðallongd á 5,5 metrar fyri hvønn persónsbil er talan um 200 bilar.

Kømrini eru 23 til manning og 12 kømur við 4 koyggjum til ferðafólk.