Leingið hjálparpakkan til illa sperdar familjur

Býráðslimur í Havn heitir nú á samgonguna um at taka stigið beinanevin

– Hetta skal gerast soleiðis, at hjálparpakkin til illa sperdar familjur ikki fer úr gildi á nýggjárinum. Tað sigur Kári Johansen, býráðslimur í Havn.

 

– Tað skal verða mín áheitan á sitandi landstýri um at lata hjálparpakkan verða galdandi eisini í 2024, sigur hann.

 

Býráðslimurin vísir á, at prísirnir enn eru hækkandi, og at rentan væntandi framvegis eisini hækkar.

 

– Oljuprísirnir fara væntandi eisini at hækka munandi. Sum eg síggi tað, so verður tað allarhelst nógv dýrari at liva í Føroyum í 2024.

 

– Tískil fari eg at heita á landsins politikarir um heldur at seta útgjaldið upp, ístaðin fyri at taka av gjaldið á nýggjárinum.

 

– Um hetta tosið um at steðga hjálparpakkunum verður framt, so kann tað fáa álvarsligar avleiðingar fyri tær frammanundan hart sperdu familjurnar, sigur Kári Johansen býráðslimur í Tórshavnar Kommunu.