LÍF er eftir fýra umfør næstfremst í næstbestu deildini. Í kvøld vunnu leirvíkingar 4-0 í Runavík ímóti NSÍ, eftir at hálvleiksstøðan hevði verið 2-0.
Sum so mangan í fyrstu umførunum í 1. deild, so hevði dómarin reyða kortið fleiri ferðir á lofti. Andreas Lava Olsen hjá LÍF varð rikin av vølli tíðliga í 1. hálvleiki. Tíðliga í 2. hálvleiki vóru leirvíkingar bara níggu, eftir at Adrian Joensen hjá LÍF hevði fingið seinna gula kortið. Men bara tveir minuttir seinni reyk Viggo Johannesen hjá NSÍ út. Harumframt varð eykamálverjin hjá LÍF, Berint Andreasen, rikin burtur av beinkinum.
Málini hjá LÍF í 1. hálvleiki skoraðu Adrian Joensen beinanvegin og Hjartvard Hansen tíggju minuttir undan steðginum.
Í yvirtíðini skoraði LÍF tvær ferðir afturat. Fyrra málið stútaði Magnus Skoralíð, og málið til 4-0 skoraði Sølvi Vatnhamar.
LÍF hevur níggju stig og er á øðrum plássi -trý stig aftanfyri oddaliðið B68.