Leirvíkingurin, Reimund Langgaard úr Sambandsflokkinum er valdur til formann fyri Løgtingsgrannskoðararnar. Varamaður í nevndini er ein annar maður búsitandi í Leirvík.
Tá ið nýtt Løgting er valt, velur Løgtingið millum limir sínar teir fýra løgtingsgrannskoðararnar eftir lutfalsvali. Starvstíð teirra er valskeiðið hjá tí Løgtingi, sum hevur valt teir.
15. november valdi Løgtingið sostatt nýggjar løgtingsgrannskoðarar. Teir sum vórðu valdir vóru:
Fyri Sambandsflokkin: Reimund Langgaard.
Fyri Fólkaflokkin: Joen Magnus Rasmussen.
Fyri Tjóðveldi: Høgni Hoydal.
Fyri Javnaðarflokkin: Kristin Michelsen.
Nývaldu løgtingsgrannskoðararnir hava nú havt sín fyrsta fund, har teir skipaðu seg við Reimund Langgaard, sum formanni og Joen Magnus Rasmussen, sum er eins og Reimund er búsitandi í Leirvík, er næstformaður.