Sístu tíðina hevur verði róð upp undir, at tað skal aftur setast fer á at leita eftur olju og gassi í Føroyskum økið. Teir finna olju beint hinumegin greinsuna, so hví skulu teir ikki eisini finna olju í føroyskum økið?
Sambandsflokkurin hevur saman við fólkaflokkinum og miðflokkinum lagt uppskot fram um at lækkað kolvetnisskattin so at oljufyritøkur fáa áhuga fyri at leita í føroyskum økið.
Einki er bert Svart ella Grønt, vit hava brúk fyri báðum
Hetta er ikki bert ein spurningur um svart ella grønt, sum mong vilja vera við.
Eg metið hetta vera eitt sera týdningarmikið stig fyri Føroyar, og hetta merkir als ikki at vit skulu sleppa menningini av grønari orku, tvørtur ímóti fara vit at kunna útbyggja grøna orkukervið enn meira.
Sannleikin er at vit hava brúk fyri báðum, og vit hava brúk fyri nýggjum inntøkum um vit ætlað at útbyggja okkara land við fíggjarligum skilið.
Kaikanturin hevur altíð verði avgerandi fyri inntøkur:
Har tað er kaikantur har eru eisini arbeiðspláss og intøkumøguleikar. Teir eru ikki so fáir, bert vit duga at skapað karmarnar.
Júst oljuvinann er ein vinna, sum hevur tørv á at útgerð verður flutt aftur og framm í millum borðipallin og kaikantin. Tí eru nógvir ringvirkningar av hesið vinnu, og tað er yvir allað linjuna.
Her kann nevnast proviantur, útgerð, eykadeilir og ein ørðgrynna av aðari borið útgerð.
Týdningurin av at fyrireika seg
Fyrireikinganar mugu til tað eigur at vera tikið við í orðaskiftið.
Sístu árini hava fólk gjørt vart við at larmur frá skipum hevur órógva nógv, og vandin fyri dálking og eyka tilbúgving er eisini til staðar.
Tí eiga øll atlit at vera tikin fyri at okkara tilbúgving er klár til hesa uppgávu. Kanska eiga vit at hugsa hetta inn tá eitt nýtt Tjaldur ella Brimil skal byggjast.
Oljuvinnan hevur frammkomin skip og eru tey oftast útgjørd við møguleikum at nýta landstreym og øðrum burðardyggum maskinaríði.
Møguleikin er nú at gera okkum greitt hvørjar treytir føroyar eiga at seta til eina komandi leiting olju og gas vinnu, so tað kann gerast á so burðardyggan hátt sum gjørligt.
Jóan Petur Joensen
Valevni fyri Sambandsflokkin.











