Leitisvegur verður asfalteraður

- Hetta er eitt vegastrekki á 250 metrar, siga tey í Vestmanna kommunu

 

 

- Arbeiðið at asfaltera Leitisveg er farið í gongd.

 

Tað siga tey í Vestmanna kommunu í dag.

 

Víst verður á, at Leitisvegur er illa farin og fór serliga illa síðsta summar, tá tung ferðsla koyrdi grót niðan í byrgingina. 

 

Sagt verður, at ovasti partur av Leitisvegi er í ringast standi - frá rulliportrinum og oman um bæði svingini.

 

Tað er í fyrstu atløgu hesin parturin, sum verður asfalteraður, og hetta er eitt vegastrekki á einar 250 metrar.

 

- Eftir ætlan verður farið undir at bøta um ein part av Leitisvegi aftur í næsta ár, siga tey í Vestmanna kommunu