Í mun til núlivandi krokodillur, sum eru kendar, hevði "mystriosuchus alleroq" eitt høvd, sum minnir um høvdið á hvali við andarholi - ella blástri - oman á høvdinum.

Leivdir av serligari krokodillu í Eysturgrønlandi

Steinrenningar eru funnar í Eysturgrønlandi, har dýrið livdi fyri 215 miljónum árum síðan.

Í mun til núlivandi krokodillur, sum eru kendar, hevði "mystriosuchus alleroq" eitt høvd, sum minnir um høvdið á hvali við andarholi - ella blástri - oman á høvdinum.

Granskarar halda seg hava funnið eitt nýtt slag av krokodillu, sum livdi í Eysturgrønlandi í fornari tíð.

 

- Paleontologar ella steinrenningarfrøðingar hava funnið leivdir av einum skriðdýri, sum hildið verður at vera eitt slag av einari krokodillu. Dýrið er funnið í Eysturgrønlandi, har tað livdi fyri 215 miljónum árum síðan.

 

Sermitsiaq veit at siga, at dýrið, sum verður rópt "mystriosuchus alleroq", livdi í Eysturgrønlandi, tá Grønland um hesar leiðir hevði subtropiskt veðurlag.

 

Sagt verður, at slagið er ein síðugrein - ella síðuleypari - til krokodilluna, sum er kend í dag.

 

Í mun til núlivandi krokodillur, hevði "mystriosuchus alleroq" høvd, sum minnir um høvdið á hvali við andarholi - ella blástri - omaná høvdinum.

 

- Dýrið var sum skapt til at liggja og lúra í áum og ósum, sigur Jesper Milàn, sum er Ph.d. og fyristøðufólk á Geomuseum Faxe, við Sermitsiaq.

 

Saman við øðrum granskarum hevur hann skrivað eina vísindaliga grein, har hann lýsir dýrið - ella steinrenningina - sum nú er funnin í Eysturgrønlandi.

 

Dýraslagið er funnið undir leiting í 2012 og 2016, og í somu leiting hava granskarar eisini funnið leivdir av eitt nú ymiskum dinosaurum, lungnafiski og skjaldbøkum.

 

Meira um hetta kann lesast um leinkjuna - https://sermitsiaq.ag/forskere-opdager-ny-krokodille-art-fund-i-oestgroenland

 

##med2##

 

 

 

 

 

Í mun til núlivandi krokodillur, sum eru kendar, hevði "mystriosuchus alleroq" eitt høvd, sum minnir um høvdið á hvali við andarholi - ella blástri - oman á høvdinum.

Granskarar úr Portugál, Danmark og Týsklandi leita í Eysturgrønlandi.