Nýggja liðið hjá landsliðsleikaranum, Leivi Mortensen, ið framvegis er liðið hjá Tróndi Mikkelsen, Karlskrona spældi í kvøld fyrsta kappingardystin hetta kappingarárið.
Talan var um fyrru sekstandapartsfinaluna í svensku steypakappingini móti Anderstorp, ið spælir í triðbestu deildini.
Karlskrona vann stórsigur 34-25. Í steðginum var Anderstorp á odda 5-0. Anderstorp slapp at skjóta seks brotskøst undan dystarbyrjan. Í seinna hálvleiki vísti Karlskrona onga náði, og Anderstorp skoraði bert seks mál í seinna hálvleiki.
Leivur skoraði síni fyrstu trý kappingarmál fyri Karlskrona. Tróndur var eisini noteraður fyri trý mál í kvøld.
Fríggjakvøldið klokkan 18 spæla liðini seinnu sekstandapartsfinaluna í Karlskrona, har Anderstorp aftur sleppur at skjóta seks brotskøsy undan dystarbyrjan.
Karlskrona spælir ikki fyrsta dystin í bestu svensku hondbóltsdeildini fyrrenn 23. september. Teir leggja fyri við dysti á heimavølli móti Alingsås.











