Poul Kallsberg skoraði tá Hillerød vann seg víðari í steypakappingini

Hillerød vann stórsigur

Mynd: Hillerød

Poul Kallsberg var við frá dystarbyrjan, tá lið hansara, Hillerød vann seg trygt víðari í donsku steypakappingini. 

 

Á útivølli vann Hillerød stórsigur 4-0 á Avarta, ið spælir í Danmarksseriuni sum er fimta besta deildin í Danmark.

 

Tá 67 minuttir vóru leiktir stútaði Poul bóltin í netið til støðuna 3-0. Talan er um fyrsta málið í einum kappingardysti hetta kappingarárið.

 

Noah Kretzschmar hevði áðrenn tað bæði lagt Hillerød á odda, og hann økti eisini til 2-0. 

 

Oliver Lauritsen staðfesti sigurin hjá Hillerød.

 

Komandi sunnudag klokkan 12 hevur Hillerød dyst á heimavølli í næstbestu donsku fótbóltsdeildini. Tá kemur Hobro á vitjan. 

 

 

 

 

 

Mynd: Hillerød