Lenemi er elst av sjey systrum, hevur altíð verið sín egin, góð og holl í ráðum, og hava vit mangan notið gott av tí. Lenemi er gift við Arna Danielsen, ættaður uttan úr Grøv í Klaksvík. Tey eiga trý børn og tríggjar ommudøtur.
Lenemi hevur arbeitt á skrivstovuni hjá Kemilux síðan 1986 og varð fyrr í ár sett sum fíggjarleiðari.
Føðingardagurin verður hildin heima við hús hóskvøldið, og vóna vit, at hon far ein góðan dag.
Heilsan mamma og systrar