Les Sosialin á in.fo

Mánadagsblaðið hjá Sosialinum, sum Posta ber út í hvørt hús í landinum í morgin, kann longu nú lesast á in.fo

 

Mándagsútgávan hjá Sosialinum, sum verður borin í hvørt hús umleið tvær ferðir um mánaðin, verður sum vera man nógv lisin, tá hann verður prentaður í út við 17.000 eintøkum og borin út í hvørt hús.

Men sum nakað nýtt verður hann framyvir eisini tøkur at lesa á in.fo sunnudagin.

– Hetta er besti lýsingarmiðil í Føroyum. 17.000 eintøk út í hvørt húsarhald í landinum, umframt at út við 30.000 vitjandi á in.fo um dagin eisini kunnu lesa blaðið, bæði í Føroyum og uttanlands, sigur Jonhard Hammer, stjóri í Miðlahúsinum.

Hesaferð eru tvey tema í mánadagsútgávuni hjá Sosialinum umfram at annað tilfar.

Blaðið kann lesast VIÐ AT TRÝSTA HER