Lesarabræv stendur fyri rokning løgtingsmannins

Løgtingsmaðurin, Magni Laksáfoss, hevur almannakunngjørt eitt lesarabræv undir yvirskriftini "Gamli løgmansflokkurin í politiskum tómrúmi".

Í lesarabrævinum eru útsagnir og skuldsetingar móti navngivnum politikarum í Javnaðarflokkinum. Sambandsflokkurin skal við hesum boða frá, at hvørki lesarabrævið ella nevndu útsagnirnar koma frá Sambandsflokkinum, ið hervið alment tekur frástøðu frá teimum.

Lesarabrævið stendur fyri rokning løgtingsmansins. Sambandsflokkurin, sum er í samgongu saman við Javnaðarflokkinum, hevur góð viðurskifti við Javnaðarflokkin og fegnast um samstarvið í ABC-samgonguni, eisini tann partin av samstarvinum, ið fevnir um búskapar- og fíggjarpolitikkin.

 

Vegna Sambandsflokkin

Kaj Leo Johannesen, formaður í Sambandsflokkinum