Leskiligur vellingur av góðum ráðvørum

Í farnu viku løgdu fyrireikararnir fram skránna fyri fyrstu Listastevnuna. Mangt og ymiskt er á skránni.

 

Mentan

Dagfinn Olsen


Kend og spennandi nøvn vitja uttan úr heimi og eisini tiltøkini við føroyskum uppruna eru lokkandi. Útboðið er stórt og tykist vera dygdargott, m.a. er ein nýggjur dokumentarfilmur úr Føroyum á skránni

 

Í farnu viku varð skráin fyri Listastevnuna løgd fram. Stevnan verður frá 8. til 19. august. Á tíðindafundi søgdu fyrireikararnir frá komandi stevnuni. Listastevnan skal so at siga loysa Jazzfestivalin og Summartónar av, men skal umframt vera eitt víðari forum, ein tíðaravmarkað oasa av mentanarligum tiltøkum og upplivingum.

Eins og vanligt var á Jazzfestivalinum, so verður ein árlig plakat og eisini er eitt búmerki. Listamaðurin Edward Fuglø hevur staðið fyri hesum í ár. Búmerkið myndar nakrar litríkar gluggar við fingramerki í. Kann t. d. merkja gluggi inn í føroyska mentan og gluggi út í mentanina rundan um okkum. Fingramerkini kann ein óivað skilja á fleiri hættir, men kanska kann sigast, at ávirkan, merki, skal setast á, og eitt hvørt skal fáast burturúr.

Opera

Listastevnan byrjar við operu, og opera eisini á skránni, tá stevnan endar. Úr Danmark opera kemur á vitjan, Jesus og Moses, og írar fara at framføra Madam Butterfly. Eisini eitt føroyskt íkast verður í operahøpi, tá Rúni Brattaberg fer á pall.

Eisini føroyskur dansur er partur av skránni á stevnuni og somuleiðis kingosangur.

Í samband við stevnuna var stuttsøgukapping skrivað út, og fekk hon sera góða undirtøku. Tá stevnan verður sett, verður eisini úrslitið av kappingini kunngjørt. Eisini er norðurlendsk fotokapping á skránni.

Ymsar framsýningar eru í samband við stevnuna. Ungir íslendskir listamenn sýna fram, grafikkur og design er á skránni og ein málningaframsýning í samband við framførslu hjá brøðrunum Koppel og móðir teirra. Mótagonga er eisini á skránni og ger Edvard N. Debess tónleikin til hesa.

Heðin Brú 100

Listastevnan leggur dent á, at tiltøk henda kring landið. Talan er um, at umleið helmingurin av tiltøkunum er í Havn og restin hendir kring landið. Eisini fyri at fáa fólk í Havn at fara kring landið at uppliva.

100 ár eru tann 17. august síðani, at skaldið Heðin Brú var føddur. Ymiskt verður í samband við dagin, og okkurt av hesum verður í heimbygd hansara Skálavík. Í løtuni ger Jóhannus á Rógvu Joensen tónleik í samband við hetta.

Sangarinna úr Nashville

Oddvá Nattestad, samskipari, Helga Hjorvar, stjóri og Jórun í Dali og Birgir Kruse, fyrireikarar, hava í skránni lagt nýggjan týdning í, hvat okkara næstu grannar eru. Hugt verður heldur ótraditionelt í kikaran og hugsað verður eisini um okkara uppruna. Tískil er nakað av tí besta á mentanarøkinum við úr Íslandi, Grønlandi, Danmark, Orknoyggjum, Írlandi og so eisini USA.

Tað er nevniliga so, at úr Nashville kemur forkunnug vitjan, nevniliga sangarinnan Kathy Chiavola. Og hóast navnið ikki fær klokkur at ringja í mongum føroyskum høvdum, so er henda daman ikki ein og hvør.

Garth Brooks og Vince Gill

Kathy vitjar her saman við eini trio, og spæla tey Blue Gras tónleik, eitt slag av uppruna til nútíðar Country. Sjálvt um Kathy hevur verið klassiska vegin, so er hon kend á Country gøtunum.

Hon hevur samstarvað við navnframar stjørnur, t. d. Garth Brooks og Vince Gill. Hon hevur her verið ræddarvenjari hjá Vince Gill og hevur sungið kórrøddir og annað á upptøkum hjá Brooks. Hon murrar t. d. á kenda lagnum ?If tomorow never comes?.

Í nýggja mentanarhúsinum í Fuglafirði fer Kathy Chiavola á pall, og tá fer eisini Ragnar í Vík á pall og samuleiðis Dupult Kvartettin.

Annað kent navn, ið vitjar, er Palle Mikkelborg, ið herfyri varð heiðraður við tónleikaheiðursløn Norðurlandaráðsins.

Samríkiskonsert

Eran DD úr Danmark kemur til Føroya og honum við lið er føroyski tónleikarin James Olsen. Saman við teimum fara grønlendsku Chilly Friday og føroysku Clickhaze á pall og er tí talan um eina sonevnda samríkjakonsert í Ítróttarhøllini í Havn 8. august. Konsertin er samskipað við Club 20.

Onnur nøvn á stevnuni eru Eivør Pálsdóttir og Teitur Lassen. Eisini íslendski Bubbi Mortens ? ið hevur búð og arbeitt í Føroyum ? og Rasmus Lyberth, ið annars hevur sett spæliferðavirksemið nakað niður.

Sjónleikir eru á skránni. Eitur nakað land Weekend verður uppafturtikin, eins og Hans Tórgarð fer aftur á pall við einmansleikinum um Van Gogh. Eisini vitja Marita Dalsgarð og hennara felagar Listastevnuna.

Fólkatónleikur fær eisini innivist. Skotin Duncan McLean vitjar bæði sum rit1høvundur og sangari í frítíðarbólki sínum Chilli Strong Pepper.

Áhugaverdar filmsýningar

Filmur eigur sín part í skránni. Ein filmur verður hvønn dag. Arbeitt verður við at fáa til vega áhugaverdar filmir, men greitt er, at vinnarin í Cannes í fjør, Dancer in the Dark hjá Lars von Trier, verður vístur.

Eisini er ein stak áhugaverdur dokumentarfilmur á skránni. Teitur Árnason Dahl hevur, saman við einum norðmanni og einum svia, sett á stovn Feelgood Films. Teir hava við skandinaviskari fígging gjørt ein film, har teir lýsa støðuna í Hattarvík, har bert seks fólk búgva um veturin. Teir eru á staðnum og hitta fólkini har ? kanska tey seinastu fólkini á staðnum, tí tey eru ójøvn á máli um framtíðarútlitini. Fráflytingin til býirnar er tema í filminum, ið nevnist Færøske observationer, ella Observations in Faroese. Kári Sverrisson hevur gjørt tónleikin til filmin.

Filmurin, ið enn ikki er heilt liðugur, verður frumsýndur á Listastevnuni.

Nummar

Listastevnan fevnir um 60 tiltøk í alt ? 40 ymisk tiltøk. Talan er um 30 framførslustøð, helvtin í Havn. Roynt hevur verð at fevna um grannalondini við slóð víkinga í huga og er hetta kanska ein nýggj, ella øðrvísi, hugsan innan grannskap.

Onnur nýggj hugsan er, at nummar verður fyri fyrstu ferð á stólunum í Norðurlandahúsinum. Hetta hevur ikki verið fyrr í húsins søgu, men er gjørt, so til ber at ogna sær góðan sess í góðari tíð, er okkurt, ið hevur serstakan áhuga.

Óivað ein ábending um, at enn ein broyting skal til í hugaheimi føroyinga, tí ikki nyttar at siga, at tað gongur nokk, um grannin hevur verið dagin fyri og bílagt alla fremstu røð til tiltakið, ið familjan annars tosaði um tey longu, myrku vetrarkvøldini.