Letur upp fyri einum nýggjum veruleika

- Arbeiðsmarknaðurin í miðstaðarøkinum fer at liggja víðopin fyri okkum, sigur Ásbjørn Kjærbo.

Hvør er kenslan, nú Sandoyartunnilin letur upp alment hósdagin?

 

- Hon er sera góð og kann næstan ikki lýsast við orðum.

 

Tað sigur Ásbjørn Kjærbo í Skopun.

 

Hvønn týdning heldur tú, at tunnilin fer at fáa fyri Sandoynna?

 

- Tunnilin fer at fáa alstóran týdning. Hann letur upp fyri einum heilt nýggjum veruleika, og arbeiðsmarknaðurin í miðstaðarøkinum fer at liggja víðopin fyri okkum.

 

Sært tú nakrar vansar við fasta sambandinum, sum nú verður?

 

- Ein! Tað er, um rottan finnur vegin í Sandoynna.

 

Fert tú at sakna gomlu farleiðina við Teistanum um Skopunarfjørð?

 

- Nei, tað fari eg ikki, sigur Ásbjørn Kjærbo.