Leygarkvøldið verður leikur framførdur á Brúnni

Tað er nógv ymiskt, sum næmingarnir uppliva, meðan teir ganga á eftirskúla í Skálavík

Brúgvin í Skálavík er, sum flestum kunnugt, ein spennandi og mennandi eftirskúli fyri ungdóm.

 

Eftirskúlin er ein góður møguleiki hjá 10. floksnæmingum at ganga eitt sera spennandi skúlaár. 

 

Tað er nógv ymiskt, sum næmingarnir uppliva, meðan teir ganga á Brúnni.

 

Í løtuni er ein flokkur úr Danmark á vitjan., og saman skulu næmingarnir framføra ein leik.

 

Leikurin verður framførdur á Brúnni í Skálavík nú leygarkvøldið klokkan 19. 

 

Næmingarnir hava skrivað leikin saman, og leikurin snýr seg um at taka ábyrgd - um samfelag og vinarløg.

 

##med2##

 

Í løtuni er ein flokkur úr Danmark á vitjan á Brúnni, og saman skulu næmingarnir spæla ein leik.