Leysingabørn!

Hanna Lisberg
Tórshavn 06.08.04

Eg fái meg illa at seta eina slíka yvirskrift, tí eingin kann hugsa sær, hvussu tað hevur sært og pínt tey, sum varaðu av.
Hetta gjørdist ein ræðulig skomm ? hví? Jú, tí grov diskriminering fór fram í samfelagnum.
Ognarleys høvdu ongan rætt at giftast.
Fylgjan av kærleikanum teirra millum førdi við sær, at børn teirra fingu heitið ? leysingabørn.
Ein søga, sum sigur nakað um hetta er í bókini hjá Heðin Brú: Men lívið lær? »Heimkoman hjá Duritu var lítið lystilig, kunnu vit ætla. Tá í tíðini hjá einari dóttur at koma fyri eyguni á foreldrunum við einum leysingaunga, tað var at møta til dóms?«
Ella søgan hjá Dagmar Næs Joensen um Rannvu o.s.fr. Onkur heldur, at hetta tíbetur er farið í søguna. Er tað nú tað?
Tí betur hoyra vit ikki beinleiðis hetta heitið.
Eg eri bangin fyri, at eitt annað niðursetandi og sárandi orð er komið inn í málburðin, um tað ikki verður steðgað straks. Tað er orðið: kynsvillingur. Tá tingmaður roynir at fáa hetta niðursetandi orðið í umferð, so er tað at samanbera við tann skaða og ta sorg, ið áðurnevnda orð gjørdi. Guð forláti okkum! Hví skulu vit sára og niðurgera fólk? við vilja, tí tingmaðurin endurtekur orðið.
Nú er vanligt hjá summum at taka burtur Halgubók at rættvísgera tað, tey siga, so eg loyvi mær tað sama »Ikki ein og hvør, sum sigur Harri, Harri skal koma inn í Himmiríki«.
Álvaratos! Var tað skeivt av løgmanni at vísa virðing fyri einum bólki, sum heitti á hann? Hann hevur hildið nógvar røður fyri mongum ymsum bólkum sum løgmaður, sum er fyri okkum øll í samfelagnum. Hevði hann sagt nei, tí eg kann ikki tola tykkum, so var tað ein grov diskriminering. Vit eiga øll at vísa virðing og tolsemi móti okkara næsta. Løgmaður skal ikki hava fylgt Guðs boðum sigur sami tingmaður! Hvør ger tað? Vit synda øll og biðja tí: Fyrigev okkum?
Skilir tingmaðurin millum stórar og smáar syndir?
Tann, sum heldur, at hann ger Guði eina tænastu við einum slíkum framferðarhátti, kann lættliga koma so fyri, at Guð sigur: »Eg kenni tykkum ikki«.
Tað er tíð uppá at gevast at langa út eftir fólki, sum eru øðrvísi enn »normurin« ella sum hava aðra hugsan enn vit.
Vit vita, at tað er handa lítla flísin, sum er sjónligari enn bjálkin. Virðing og tolsemi eru góðar dygdir.