TÒRSHAVN
Nógv hvukku kanska við, tá Ùtvarp Føroya bar tíðindini um, at ein rundkoyring skuldi gerast við Eystaru bryggju ? við Havnargøtu og Skansan.
Rundkoyringin kemur kortini ikki í morgin, men tað kann væl henda seg, at hendan kemur einaferð í framtíðini.
Formaðurin í Byggi- og býarskipanarnevndini hjá Tórshavnar býráð, Heðin Mortensen, sigur, at kommunan í løtuni ger sær nakrar leysar tankar um, hvussu økið skal síggja út í framtíðini.
?Málið er als ikki viðgjørt politiskt, og tað eru bert tankar í løtuni. Tað kunnu lætt koma misskiljingar í, tá tílíkt kemur fram ov tíðliga, sigur Heðin Mortensen.
Aðalmálið við tankanum hjá kommununi er at skapa meira lív í býin og betri at skipa ferðsluna.
Skal ein nýggj stór rundkoyring gerast, so fer hetta eisini at merkja nakrar broytingar í landslagnum.
?Verður nakað gjørt, so fáa fólkini, ið tað fer at raka, at vita tað fyrst og í góðari tíð, sigur Heðin Mortensen.
Næstu 25 árini
Hóast Heðin Mortensen ikki kann siga tað heilt nógvu um teir leysu tankarnar í við Eystaru bryggju, so arbeiðir býráðið í Havn við einari ætlan um, hvussu Havnin og Suðurstreymoy skulu síggja út komandi 25 árini.
?Tað er neyðugt at gera eina langtíðarætlan úr Kollafirði til Kirkjubø, sigur Heðin Mortensen.
Hann sigur, at tað eru byggideildin hjá Tórshavnar kommunu saman við einari arkitekta fyritøku í Danmark, sum saman við Byggi og býarskipanarnevndini hava arbeitt við hesari ætlanini.
?Til dømis hava vit ikki meira byggilendi til eini 25-30 ár. Hetta ger, at vit eisini verða noydd at hugsa øðrvísi, sigur Heðin Mortensen.
Ætlanin verður ikki so langa tíð borin út í hvørt hús, har borgararnir fáa møguleikan at gera viðmerkingar, sigur Heðin Mortensen.