Óli Jacobsen skrivar siðsøguligar greinar í Sosialinum

Sum kunnugt var ein avleiðing av formansskiftinum í Føroya Fiski­mann­afelag, at FF-blaðið er nið­ur­lagt.

Nógv fólk hava givið til kennar, at blaðið er nógv saknað av teim­um, sum lósu tað. Blaðið hevði eitt fjøl­broytt innihald, og millum tað best umtókta tilfarið var ein fastur sið­søg­u­ligur táttur, har serligur dent­ur varð lagdur á frásøgur um lívið hjá føroyingum, sum tað hevur verið í farnum døgum. Fyrst og fremst hevur verið tal­an um at lýsa viðurskifti hjá fisk­i­monn­um og teirra heimum. Men ann­ars hava frásagnirnar verið sera fjølbroyttar. Hetta hevur ver­ið gjørt við samrøðum við gom­ul fólk og við endurprenting av goml­um handritum, sum ikki hava ver­ið frammi fyrr.
Ætlanin er, at Sosialurin skal taka hendan táttin upp eftir FF-blað­num, og kemur Óli Jacobsen at skipa fyri honum.
Hetta verður gjørt í einum ser­lig­um tátti í blaðnum mikudagar, kall­aður »Miðvikan«, har tað eins og í FF-blaðnum verða fýra saman­hang­andi síður, sum kunnu takast úr blaðnum og goymast.
Ætlanin er at byrja hendan tátt­in komandi mikudag. Í trimum teim­um fyrstu mikudøgunum verð­ur framhald av frásøgnini hjá tí 100 ára gamla Andrias í Tarti úr Oyndarfirði.
Undan ársskiftinum vóru fyrstu fimm partarnir av hansara sera áhugaverdu frásøgn um eitt langt lív á sjónum, har hann eisini greið­ir frá lívinum heima, í FF-blaðnum. Frásøgnin er merkt av einum ótrúligum minni, sum ver­u­liga gevur okkum eina livandi mynd av, hvussu nógv tilveran er broytt hesi 100 árini, hann hevur liv­að. Hesir fimm partarnir kunnu finn­ast á heimasíðuni:
www.fiskimannafelag.fo
Blaðnumrini eru 375-379. Bløð­ini kunnu finnast sum pdf fíl­ar, ella sum einstakar greinir, sum eru lættar at finna fram.
Tað eru tríggir partar eftir av hesi frásøgn, og teir verða sum sagt prentaðir fylgjandi tríggjar mik­u­dagarnar.
Tá tað snýr seg um siðsøgu er ør­grynna av tilfari, sum bert skal »finnast« og síðan gerast til lesiligt til­far. Sum dømi um tað tilfar, sum arbeitt verður við, er frásøgn frá teimum knapt 90 og 94 ára gomlu hjúnunum Kristinu Sofíu, Dinn­ifíu, og Jógvan Sofus Ferjá úr Gjógv. Dinnifía hevur eins og Andr­ias í Tarti eitt ótrúligt minni og Jógvan Sofus hevur verið til sjós alt sítt arbeiðslív. Sumt av tí hjá Jógv­an Sofus er niðurskrivað og al­mann­a­kunn­gjørt, men at fáa gjørt tað sama við vitanina hjá Dinnifíu er eisini sera týdnngarmikið, so henn­ara lívsroyndir kunnu verða varð­veittar. Hetta kann lesarin gleða seg til.
Á skránni er eisini ein samrøða við Tórhall Andreassen, ættaður frá Norðskála. Pápin og abbin vóru fiskimenn, og tey vóru 14 syst­k­in. Av hesum vóru 8 brøður, sum eisini gjørdust sjómenn, og fimm av teimum gjørdust skiparar. Ein av teimum var Tórhallur, sum eis­ini hevur upplivað dramatikk á sjón­um, men alt hetta koma vit at lesa meira um.
Tað finst eisini annað áhugavert til­far, sum hevur verið í FF-blað­num, og sum saktans tolir at verða end­ur­prentað.
2. jóladag eru liðin 100 ár síðan tjóð­angurin »Tú alfagra land mítt« við lagnum hjá Petur Alberg fyrstu ferð varð framførdur í Sloans sali við Tinghúsvegin. Í hes­um sambandi kundi tað verið eitt hugskot at endurgeva tær stak á­hugaverdu dagbøkur, ið Petur skriv­aði sum drongur árini 1898-1901. Her lýsir hann lívið í Havn, í Før­oyum annars og eisini úti í heimi við eygunum hjá einum 12-15 ára gomlum dreingi, men hann ger tað við einum búnaskapi, sum hjá einum tilkomnum persóni.
Annars er FF-blaðið einasta blað, sum hevur prentað áhugaverdu og eisini stuttligu frásøgnina hjá Pet­ur Alberg sjálvum um, tá lagið varð til. Henda frásøgn er eisini við­komandi til 100 ára haldið.
Vit vænta okkum nógv av hes­um táttinum, og hava lesarar upp­skot til evni at taka upp kunnu teir altíð siga blaðnum frá.