Óli Olsen signerar nýggja bók á Sjómansskúlanum

Í dag, leygardagin 6. november, verður hugnaløta á Føroya Sjómansskúla í samband við at Óli Olsen signerar nýggju bókina "Sigling og útbúgving II". Hetta er seinna bókin, ið hann hevur skrivað um sigling og útbúgving í Føroyum

Síðan 1. januar 2000 hevur Óli Olsen, sjómansskúlalærari, arbeitt burturav við at skriva tvær bøkur um sigling og útbúgving. Fyrra bókin "Sigling og útbúgving I" kom út í 2003, og nú kemur seinna bókin "Sigling og útbúgving II" út.

Meðan fyrra bókin fevnir um tíðina frá landnámi til 1927, tá ið stýrimansskúli varð settur á stovn í Føroyum, byggir seinna bókin á fyrru bókina og fevnir um tíðina frá 1927 til aldamótið 2000.

Í Havn vera stýrimansskúli og longdarútbúgving sett á stovn í 1927 og motorskúli annað árið eftir. Klaksvíkar Sjómansskúli fór at læra setuskiparar í 1947. Í 1949 koma útbúgvingarnar á føroyskar hendur, og í 1962 flytur Føroya Sjómansskúli niðan á høvdina ? í núverandi høli

Umframt yvirlit yvir sjómansskúlanæmingar er eisini fullfíggjað yvirlit yvir lærarar og starvsfólk á sjómansskúlanum.

Óli Olsen er klaksvíkingur. Hann er føddur í 1949 og vaks upp í einum umhvørvi, har tosið mangan fall á útróður, fiskiskap og sigling.

Sum ungur var hann á floti saman við abbunum báðum í Árnafirði og í Klaksvík.
Soleiðis varð støði lagt undir komandi sjómanslív.

Eftir lokið realprógv í 1966 fór hann til skips, og tá ið hann hevði tikið skipsføraraprógv í 1973, fór hann út at sigla.

Óli tók læraraprógv í Havn og var lærari á Føroya Sjómansskúla frá 1987-2000.
Nú hann er liðugur við at skriva bøkurnar, er hann farin út í vinnuna aftur.