Óli skal leiða teir ungu

- Eg kenni mína ábyrgd sum liðformaður og royndur spælari á landsliðnum, men teir ungu duga eisini, og fleiri av teimum hava longu fingið fitt av royndum, sigur 34 ára gamli Óli Johannesen, sum nú fer undir nýggja EM-undankapping sum liðformaður á landsliðnum


Hann hevur spælt 76 ferðir á landsliðnum, hann hevur tamt spælarar sum Henry, Ballack og Gudjohnsen, og hann hevur sanniliga eisini gjørt eitt mál.
Óli Johannesen er tann føroyski fótbóltsspælarin, ið hevur spælt flestar landsdystir, og hóast hann nú er blivin 34 ára gamal, tekur hann enn eitt tørn sum verjuspælari og liðformaður á landsliðnum.
Mikukvøldið byrjar nýggja EM-undankapping, og Óli skal leiða eitt nýtt lið til sína fyrstu veruligu uppgávu.
- Tað er líka spennandi at verða við nú, sum tað plagdi at vera, men tað er kanska spennandi á ein annan hátt, enn tað onkuntíð var, sigur Óli Johannesen.
- Eg kenni mína ábyrgd sum liðformaður og royndur spælari á landsliðnum. Vit hava fingið fleiri nýggjar spælarar á liðið, og tað er altíð spennandi at vita, hvussu teir nýggju fara at standa seg, sigur hann.
 
Liðið skal spælast saman
Spælarar sum Janus Joensen, Kári Nielsen, Hans Pauli Samuelsen, Bergur Midjord, sum er skaddur hesaferð, Hanus Thorleifsson, Bárður Olsen og aðrir eru av álvara komnir inn í landsliðsmyndina, og fleiri av teimum kunnu vænta sær at fáa kjansin í hesari undankappingini.
- Vit skulu spæla eitt nýtt lið saman, og tað tekur altíð nakað av tí. Vit fara ikki á vøllin fyri at tapa nakran dyst, men fólk skulu kanska hava eitt sindur av toli fyrstu tíðina og ikki seta ov stór krøv til liðið, sigur Óli Johannesen.
- Eg kenni ikki eyka ábyrgd, tí eg havi flestar landsdystir, men eg ætli mær at halda fram við tí leikluti, sum eg havi havt. Teir ungu duga eisini, og fleiri av teimum hava longu fingið fitt av royndum bæði í sínum feløgum og á landsliðnum, sigur hann.