Liðformaðurin er ikki nóg birgur at spæla

Meðan NSÍ hevur alt gólkið tókt, so er B36 liðformaðurin ikki nóg væl fyri at vera millum teir fyrstu ellivu

Klokkan 18.30 verður fyrsta bríksl við Løkin í Runavík, har líkindini at spæla fótbólt eru góð í kvøld.

 

NSÍ hevur vitjan av B36, og hjá báðum pørtum er nógv at spæla fyri. Hjá NSÍ snýr tað seg um at varðveita næstfremsta plássið og at vera klárt at taka av í kappingini um FM, um KÍ snávar, og hjá B36 snýr tað seg um framvegis at varðveita møguleikan at vinna fjórða plássið, sum kann bera altjóða luttøku við sær.

 

Hjá NSÍ er miðvallarin Emil Weihe Joensen tøkur aftur eftir leikbann. Hann er á beinkinum í kvøld. Allir NSÍ spælararnir eru tøkir.

 

NSÍ er fimm tær seinastu ferðirnar farið av vøllinum við fullari úrtøku, og NSÍ hevur ikki tapt síðani 31. mai, tá ið tað endaði við 3-2 tapi í Klaksvík.

 

Hjá B36 kemur tað illa við, at iðformaðurin Hannes Agnarsson framvegis er so mikið darvaður av skaða í lærkrikanum, at tað ikki verður hildið ráðiligt, at hann er millum teir fyrstu ellivu. Hannes Agnarsson er á beinkinum frá dystarbyrjan í kvøld. Seinastu ferðirnar hevur Børge Petersen verið í miðverjuni. Hann er smáskaddur og er í kvøld á beinkinum.

 

NSÍ – B36: Jóhan Hendrik Ellefsen kl. 18.30