Liðið hjá Allani vann á favorittunum

Tað eydnaðist Vali at knógva FH, ið hevur heimkomna stórleikaran, Aron Pálmarsson á sínum liði

Í kvøld vunnu Allan Norðberg og liðfelagarnir í Vali ein sera góðan sigur á FH í heimadysti í bestu íslendsku hondbóltsdeildini. 

 

FH vera av nógvum mettir at vera favorittarnir at vinna meistaraheitið nú stórleikarin og landsliðsleikarin, Aron Pálmarsson er komin heimaftur til Íslands aftaná drúgva uttanlandskarrieru í Týsklandi, Ungarn, Spania og í Danmark.

 

Valur vann aftaná ein sera spennandi og javnan dyst 27-26 á FH í Origo-høllini í Reykjavík.

 

Dystargongdin var sambært Morgunblaðnum hendan: 3:3, 6:5, 7:10, 10:12, 13:15, 16:17, 17:17, 18:20, 21:21, 24:23, 26:24, 27:26.

 

Í íslendsku miðlunum verður tað mett at vera eitt vónbrot, at heimkomni stórleikarin, Aron Pálmarsson bert skoraði tvey mál í kvøld. 

 

Valur hevur fýra stig aftaná tveir teir fyrstu dystirnar í kappingini. 

 

Valur: Magnús Óli Magnússon 7/2, Vignir Stefánsson 3, Viktor Sigurðsson 3, Aron Dagur Pálsson 2, Agnar Smári Jónsson 2, Úlfar Páll Monsi Þórðarson 2, Benedikt Gunnar Óskarsson 2/2, Ísak Gústafsson 2, Alexander Petersson 1, Allan Norðberg 1, Tjörvi Týr Gíslason 1, Andri Finnsson 1.

Bjargingar: Björgvin Páll Gústavsson 15/1, 33,3%.

FH: Birgir Már Birgisson 4, Símon Michael Guðjónsson 4, Jóhannes Berg Andrason 4, Leonharð Þorgeir Harðarson 3, Einar Bragi Aðalsteinsson 3, Ásbjörn Friðriksson 3, Aron Pálmarsson 2, Ágúst Birgisson 1, Jakob Martin Ásgeirsson 1, Jón Bjarni Ólafsson 1.

Bjargingar: Daníel Freyr Andrésson 19/2, 41,3%.

 

Komandi vikuskiftið fara Allan og liðfelagarnir í Vali at ferðast til Litava, har teir skulu spæla tveir dystir í fyrsta umfarinum í Europa Cup móti Granitas úr býnum Kaunas. Dystirnir vera spældir leygardagin og sunnudagin. Fyrri dysturin er tekniskt heimadysturin hjá Vali.