Liðið hjá Hákuni vann greiðan sigur á heimavølli

Füchse Berlin er trý stig frammanfyri Magdeburg á øðrum plássinum

Sunnudagin tók liðið hjá Hákuni West av Teigum, Füchse Berlin móti Erlangen í dysti í bundesliguni.

 

Tað eydnaðist Füchse Berlin frammanfyri 8.500 áskoðarum í Max Schmelling høllini í Berlin at vinna greiðan 39-32 sigur. Füchse Berlin var á odda 20-15 í steðginum. 

 

Matthias Gidsel var stórskjútti við 14 málum, og hálvi trongisvágsmaðurin, Hans Lindberg gjørdi tað eisini væl við at skjóta átta mál. 

 

Füchse Berlin er fremst í deildini við 41 stigum, trý stig frammanfyri Magdeburg, ið tó hevur spælt ein dyst færri.

 

Nummar trý er liðið hjá Jóhan á Plógv Hansen, Flensburg Handewitt við 35 stigum. Nummar fýra er liðið hjá Eliasi Ellefsen á Skipagøtu, THW Kiel við 34 stigum.

 

Týskvøldið klokkan 19.45 spælir Füchse Berlin aftur dyst á heimavølli. Hesaferð móti rumenska liðnum, Constanta í EHF European League.

 

##med2##