Liðið hjá Hørði kom á sigurskós aftur

Aftaná tvey tap á rað eydnaðist tað í dag AB at vinna á Fremad Amager á heimavølli

Hørður H. Askham var aftur í eldinum fyri AB í triðbestu donsku fótbóltsdeildini í dag.

 

Tað var ein uppgerð millum tvey søgurík lið í donskum fótbólti, tá AB við Hørði við á liðnum frá byrjan tók ímóti Fremad Amager.

 

Tað eydnaðist AB at vinna dystin 2-0. 

 

Tim Freriks gjørdist stóra hetjan hjá AB í dag. Longu í triðja minutti legði hann heimaliðið á odda, og tá 28 minuttir vóru leiktir økti hann til 2-0.

 

Tað eydnaðist AB at halda tætt, og aftaná tvey tap á rað kom ein kærkomin sigur í hús.

 

AB er nummar seks í deildini við níggju stigum fyri sjey dystir. Níggju stig eru upp til oddaliðið, Esbjerg sum hevur 18 stig.

 

Komandi leygardag spælir AB á útivølli móti Middelfart.