Liðið hjá Maritu Mortensen, HØJ tók í dag ímóti liðnum hjá Rakul Wardum, Ringkøbing í dysti í bestu donsku hondbóltsdeildini.
Í høllini í Ølstykke eydnaðist tað Ringkøbing at vinna 28-27 á HØJ. Í steðginum var Ringkøbing á odda 14-12.
Marita fekk ein málmøguleika, og hon setti hann í netið. Stephanie Andersen vardi málið hjá Ringkøbing so at siga allan dystin, so tað var ikki í dag, at Rakul fekk dystarvenjing til HM-endaspælið í Týsklandi.
Ringkøbing hevur tvey stig aftaná tveir dystir. HØJ hevur enn fyrsta stigið til góðar.
Komandi mikudag klokkan 17.30 hevur HØJ torføran dyst á útivølli móti toppliðnum, Esbjerg. Komandi fríggjakvøld klokkan 18 fær Ringkøbing vitjan av EH Aalborg.