Liðið hjá Meinhardi leikti javnt móti eysturíkskum liði

Talan var um næstseinasta venjingardystin hjá Kolding undan fyrsta kappingardystinum í 2025

Meinhard E. Olsen og liðfelagarnir í Kolding spældu í dag seinasta dystin á venjingarleguni í Turkalandi.

 

Kolding, ið spælir í næstbestu donsku fótbóltsdeildini spældi móti Admira Wacker, ið spælir í næstbestu eysturríksku deildini.

 

Dysturin endaði við javnleiki 0-0.

 

Fríggjadagin 14. februar klokkan 12 spælir Kolding seinasta venjingardystin áðrenn kappingin verður tikin uppaftur. Tá spæla teir dyst á heimavølli móti Vendsyssel FF.

 

Leygardagin 22. februar klokkan 12 spælir Kolding fyrsta kappingardystin í næstbestu deildini í 2025. Dysturin verður á útivølli móti Esbjerg. 

 

##med2##