Leygarkvøldið leiktu landsliðsmálverjin, Aleksandar "Sasja" Lacok og liðfelagarnir í TSV St. Otmar St. Gallen dyst á útivølli móti GC Amicitia Zürich í bestu sveisisku hondbóltsdeildini.
Undan dystinum í kvøld hevði St. Gallen tapt tveir dystir á rað, og tí kom tað sera væl við, at St. Gallen í kvøld vann stórsigur 32-22 á Zürich. Í steðginum vóru Sasja og liðfelagarnir á odda 16-13.
Sasja bjargaði seks av 19 málroyndum ta tíðini hann vardi málið. Kappingarneytin úr Svøríki, Andreas Björkmann vardi níggju av 18 málroyndum.
St. Gallen hevur seks stig fyri seks dystir, og er nummar fimm í deildini. Kadetten Schaffhausen er greitt oddalið við 14 stigum.
Komandi leygardag klokkan 17 hevur St. Gallen heimadyst móti Bern.