Linda Andrews við í X Factor 2009

Komandi fríggjakvøld fer nýggja røðin av væl umtóktu, donsku útgávuni av X Factor av bakkastokki. Fyri føroyingar er tað serliga spennandi, at gospelsangarinnan Linda Andrews, ið fyri kortum gav fløguna Revelation út, er ein av luttakarunum

Fleiri føroyingar hava seinnu árini tikið lut í slíkum talent- og sangkappingum í Danmark og Íslandi, millum annað Guðrun Sólja Jacobsen, Pætur við Keldu, Petsi Tvørfoss, Jógvan Hansen, Vígdis Petersen og seinast Ragnar Finsson, fyri bert at nevna nøkur. Øll hava tey staðið seg sera væl í hesum kappingum, og hava tey flestu verið í finaluni, og enn tá vunnið kappingarnar.

Klokkan 19 fríggjakvøldið fer onnur danska útgávan av talentkappingini X Factor av bakkastokki á DR1.

Fyrst í komandi ári verður aftur ein føroyingur við í danskari talentkapping, og er tað hesuferð gospelsangarinnan Linda Andrews, ið hevur verið til upptøkuroynd til aðru donsku útgávuna av X Factor.

Føroyska gospelsongkvinnan, ið er búsitandi í Keypmannahavn, er ikki heilt ókend í tónleikahøpi uttanlands. Hon hevur millum annað framført til Danish Music Awards og Melodi Grand Prix, umframt at hon í fjør tók lut í kappingini Talent 2008 sum kórleiðari hjá gospelkórinum Gentofte Gospel.


Føroysk gospel diva

Linda Andrews var eisini skotin upp til Planet Awards í ár, har hon var tilnevnd sum uppskot til bestu føroysku songkvinnu. Niels Uni Dam, tónleikaummælari, skrivaði soleiðs um Lindu Andrews sum grundgeving fyri tilnevningini:

»Fáar føroyskar songkvinnur munnu hava so nógvar og góðar royndir í útlondum sum Linda Andrews - Hetta nærum uttan at føroyingar hava varnast tað. Men í ár trein hon veruliga inn aftur á føroyska tónleikapallin. Henda føroyska gospel diva gav fyrstu fløguna út sum einstalkingur og spældi eina minniliga konsert á Summarfestivalinum, ið fekk ummælarar og áskoðarar at kappast um at rósa henni. Røddin er egin og teknikkurin er í serflokki. Linda hevur nógvar royndir sum kórsangari og kórleiðari, og hesar royndir, ið telja millum annað arbeiði saman við heimsstjørnum, hava givið henni eina serstakliga góða fatan av, hvussu hon fær brúkt sína rødd á bestan hátt.«

Nú ætlar hon sær aftur at gera ein vørr uttanlands, og útfallið av upptøkuroyndini til donsku útgávuna av X Factor 2009 kunnu føroyingar síggja á DR1 klokkan 19 fríggjakvøldið 2. januar.




Nøkur av teimum, ið hava staðið seg væl í donskum og íslendskum kappingum


Pætur við Keldu, Finalistur, Dansk Melodi Grand Prix 2002

Guðrun Sólja Jacobsen, Vinnari, Stjerne for en Aften 2003

Gunnar Mikkelsen, Vinnari, Stjerne for en Aften 2004

Jógvan Hansen, Vinnari, Íslands X Factor 2007

Vígdis Hentze Olsen, Vinnari, Kan Du Danse 2007

Ragnar Finsson, Finalistur, Talent 2008