- Eingin veit hvat X-Factor er, men vit vita øll tá tað er har, sigur Linda. Undir øllum umstøðum halda hyggjararnar hjá BT, at Linda hevur mest X-Factor Á heimasíðuni hjá BT hava yvir 12.000 vitjandi verið og atkvøtt fyri hvør av finalistunum hevur mest av tí sokallaða X-factorinum.
Atkvøðugreiðslan var sett á stovn eftir seinasta umfar, og Linda er stórvinnari í hyggjarans eygum.
Linda framførdi tá kenda lagið hjá Duffy ?Mercy?, og mong eru tey sum halda, at hetta var ímillum bestu framførslur hjá Lindu nakrantíð.
Linda ? 59 prosent
Sidsel ? 9 prosent
Alien Beat Club ? 12 prosent
Mohammed ? 7 prosent
Fríggjakvøldið verður semifinalan í X-Factor kappingini har Linda, Mohammed, Sidsel og Alien Beat Club skulu dystast um hvør skal víðari til finaluna í X-Factor.